Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Frælsi frá kúgan

2019-02-09 03:22

Ein av afturvendandi trupulleikunum, eg upplivi í kjaki við fólk, er hvat frælsi veruliga er. Tað er mín varhugi, at fólk flest halda at frælsi er eitt væl lýst hugtak sum øll eru samd um. Men veruleikin er ein heilt annar. Tað eru ið hvussu er tríggjar breiðar allýsingar av frælsi, sum eru ymiskar av hvørjari aðrari. Munirnir, serliga millum ta klassisku og ta radikalu uppfatanina av frælsi, liggja í kjarnanum av kulurkrígnum, vit síggja í vesturheiminum í dag.

Forna lýsingin

Aristoteles, Friedrich Nietzsche, Ayn Rand

Sjálvrealisering: Tú hevur mest frælsi, tá ið tú er tann besta útgávan av tær sjálvum. Til dømis at tú gongur høgt uppí at gera skúlating, venur regluliga, viðlíkaheldur sosialar relatiónir o.s.fr. At ein vísir disiplin mótvegis sær sjálvum og nýtir síni evnir.

Klassisk liberala lýsingin av frælsi

John Locke, Herbert Spencer, F.A Hayek v.m

Tú ert frælsur, tá ið tú fært frið at vera harri yvir egnum lívi, so leingi tú ikki gert teg inn á nakran annan. Í hesum liggur eisini tað, at ognarættindi eru ógvuliga týdningarmikil.

The state of nature has a law of nature to govern it, which obliges every one: and reason, which is that law, teaches all mankind, who will but consult it, that being all equal and independent, no one ought to harm another in his life, health, liberty, or possessions...
—John Locke

Radikala lýsingin av frælsi

Jean-Jacques Rousseau, Karl Marx v.m

Títt frælsi er, at tú kann gera alt tú vilt fyri at náa tínum málum. Hendan allýsingin fyriskrivar, at menniskja er fødd rein, einkul og fræls. Tað er samfelagið við sínum møguleikum og avmarkingum, sum er trupulleikin. Allir skeivleikar og órættvísi er avleiðing av dagsins samfelag. Við at broyta uppá samfelagið koma vit aftur til frælsi.

Menniskjað er føtt frælst, men er allastaðni í leinkjum
- Jean-Jacques Rousseau

Hendan lýsingin av frælsi tekur ikki hædd fyri, at frælsið endar, tá ið ein ger seg inná rættindi hjá øðrum.

Tann franska kollveltingin var skotin í gongd við einari yvirlýsing um rættindi hjá borgarunum. Endamálið var at burturbeina øll spor av tí religøsa og siðbundna í eini stremban eftir at seta einstaklingin frælsan fram um alt.

Røddir, sum vóru frammi um at ein yvirlýsing av rættindum átti at verið fylgd upp við einari yvirlýsing við skyldum til borgararnar, vóru látursgjørdar av teimum kollveltandi. Tey hildu ikki, at tey áttu at vera mint á, hvør skyldan mótvegis sínum næsta skal vera. Innanfyri fýra ár var talið av hálshøgdum við falløks (guillotinu) heili 3.000 um mánaðin.

Tað sæst týðiliga yvir allan vesturheimin í dag. Politikarar og politiskar rørslur byggja síni argumentir upp við at frásiga sær persónliga ábyrgd við at avtaka sosialar normar og reglar, sum eru bygd upp av øllum undanfarnum ættarliðum.

Tað er eyðsæð, at hendan radikala lýsingin av frælsi blandar frælsi við vald.

Eitt dømi úr føroyskum politikki er uppskotið hjá Sonju J. Jógvansdóttir um uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.  

Klassiska vs. radikala allýsingin

Tú hevur frælsi til at eiga hús, sum tú sjálvur hevur goldið, beinleiðis ella umvegis lán. Tú hevur frælsi at fáa tær eitt arbeiði, at geva tína tíð og arbeiðskraft fyri pengar. Fyri teir pengarnar kann tú keypa tær mat og klæðir.

Men tú hevur ikki rætt til eini hús, tú hevur ikki rætt til eitt arbeiði. Tað er ikki ábyrgdin hjá øðrum at uppfylla tíni krøv. Skal tað vera ein rættur at fáa arbeiði, hús v.m leggur tú ábyrgdina yvir á onkran annan. Ongin arbeiðsgevari skyldar tær eitt arbeiði. Tað er upp til viðkomandi arbeiðsgevara. um hon ella hann vil seta teg í starv.

Tað liggur á tær sjálvum at nýta tínar egnu førleikar (vald) at náa hesi mál. Tað merkir at tað liggur í tínum egnu hondum at fremja tær broytingar, ið liggja í tínum frælsi.

Murray Newton Rothbard lýsir hesi vald sum vald yvir náttúru og vald yvir menniskjum.

Murray Newton Rothbard

“Tað er lætt at síggja at valdið hjá einum einstaklingi eru hansara evni at stýra sínum umhvørvi fyri at nøkta sín tørv. Ein maður við einari øks hevur vald til at høgga niður eitt træ; ein maður við einum virki hevur vald til at framleiða vørur at selja. Ein maður við byrsu (Landsstýrið) hevur valdið til at tvinga ein óvápnaðian mann (borgaran) at gera eftir boðum, givið, at óvápnaði maðurin ikki ger mótstøðu ella góðtekur at verða avrættaður. Tað er greitt, at vit lætt kunnu skilja millum hesi hugtøk. Valdið yvir náttúruni er tað valdið, sum sivilatiónin eigur at vera bygd á. Søgan vísir okkum, at soleiðis hevur menniskjað skapt framgongd. Valdið yvir monnum, hinvegin, økir ikki um livistøðið fyri samfelagið ella nøktar tørvin hjá øllum, men tað ger valdið yvir náttúruni. Í hesum liggur í, at bert summi menniskju kunnu hava vald yvir øðrum menniskjum. Har vald yvir menniskjum verður nýtt, má restin akta boðini. Men at nýta vald yvir náttúruni, tá kunnu øll vera við.

Ognarrættindi

Ognarrættindi eru sera týdningarmikil fyri ta klassisku liberalu hugsjónina, tí tey hoyra saman við mannarættindunum. George Sutherland, hægsstarættardómari í USA, orðaði seg nøkurlunda soleiðis:

Tað er ikki rætturin hjá eini ogn, men rætturin til at eiga ogn. Ogn í sær sjálvum hevur eingin rættindi. Men einstaklingurin - menniskjað - hevur trý grundleggjandi rættindi, øll líka týdningarmikil og samantvinnað: Rættin til lív, rættin til frælsi og rættin til ogn. Hesi trý eru so sterkt knýtt, at tey kunnu ikki vera hvørt annað fyriuttan. At geva einum menniskja rættin til lív, men at nokta tí frælsi, er at taka alt vekk, sum tað livir fyri. At geva menniskja frælsi, men at taka burtur ogninar, ið eru fruktirnar av frælsinum, er tað sama sum at vera verðandi trælur.

Keldur

https://fee.org/articles/human-rights-are-property-rights/

https://fee.org/articles/9-human-rights-are-more-important-than-property-rights/

http://www.hacer.org/pdf/Roth3.pdf

https://www.roger-scruton.com/images/pdfs/POV-human-rights.pdf

https://www.logting.fo/files/casestate/17251/017.17%20U.t.ll.%20um%20br.%20i%20ll.%20um%20at%20banna%20mismuni%20og%20at%20tryggja%20javnvidgerd%20a%20arbeidsmarknadinum.pdf

14.03.2019 - Fólksins ogn

01.03.2019 - Leiguloft ella tak yvir høvdið?

23.02.2019 - Krossferðin ímóti kannabis

18.02.2019 - Meðan vit bíða eftir nývali

09.02.2019 - Frælsi frá kúgan

03.02.2019 - Frælsi frá at rinda kringvarpsgjald

30.01.2019 - Búskapur

19.12.2018 - Tjóðveldis-ravnarnir

08.12.2018 - Kleptoman-landskassi

27.11.2018 - “Tey ríku” og “tey fátæku”

26.11.2018 - Vitanartrupulleikin

11.11.2018 - Visiónin hjá teimun salvaðu