Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fráboðan frá Føroya Pedagogfelag og álitisfólkunum í Tórshavnar kommunu

2019-10-08 06:21

Vit krevja, at Tórshavnar kommuna steðgar ætlanini við eindarleiðslu og gevur verandi leiðarum fígging og álit til at útinna sítt starv.

Kommunan hevur kunnað álitisfólkini og starvsfólk á dagstovnunum, við brævi og fundi, at “starvsfólkanormeringin ikki hevur fylgt við øktu krøvunum til námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum.” Vit fegnast um at kommunan viðurkennir eina høvuðsavbjóðing á dagstovnaøkinum.

Vit eru sannførd um,at eindarleiðsla ikki fer at hjálpa við námsfrøðiligu dygdini, sum er ætlað børnunum á dagstovnunum.

Vit eru sannførd um, at ætlaðu pengarnir høvdu gjørt størri mun inni á dagstovnunum millum børnini.

Vit vita, at Tórshavnar kommuna brúkar ein normeringslykil, sum ikki er dagførdur í fleiri ár.

Vit vita, at tað er fíggjarleisturin, sum er størsta avbjóðingin hjá dagstovnunum.

Vit krevja, at Tórshavnar kommuna steðgar ætlanini við eindarleiðslu og gevur verandi leiðarum fígging og álit til at útinna sítt starv.