Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Føroyska Sjúkrahúsverkið er styrkt í hesum valskeiðinum

2021-10-25 08:00

Fleiri enn 30.000 fólk høvdu í 2020 sambandi við føroyska sjúkrahúsverkið. Hetta eru eini 5.000 fleiri enn undanfarnu árini. Fleiri enn 180.000 einstakar vitjanir (sonevndar kontaktir) vóru gjørdar í 2020. Tað sæst í einum svari, sum Kaj Leo Johannesen, landsstýrismaður, hevur givið Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu.

Rósa Samuelsen spurdi landsstýrismannin, hvussu langir bíðilistarnir eru fyri ymsar sjúkukanningar/útgreiningar og viðgerðir, bæði av likamligum og sálarligum sjúkum.

Kaj Leo Johannesen sigur, at tað ber ikki til at geva eitt fullfíggjað yvirlit yvir, hvussu nógv fólk í løtuni bíða eftir viðgerð, tí talan er um hundraðtals ymiskar kanningar, útgreiningar og viðgerðir, men í sambandi við fyrispurningin frá Rósu Samuelsen hevur Sjúkrahúsverkið kortini gjørt eitt yvirlit sum vísir nøkulunda, hvussu long tíð gongur, frá tí at ein sjúklingur fær ávísing frá til dømis kommunulækna, til hesin fær fótin innum gáttina í sjúkrahúsverkinum.

Yvirlitið vísir millum annað, at innan skurðøkið er bíðitíðin ymisk, alt eftir hvørja viðgerð talan er um, men í 2021 hevur bíðitíðin í meðal verið umleið tríggjar mánaðir.

Innan medisinska økið hevur bíðitíðin ligið millum 10 dagar og tríggjar mánaðir, tó er bíðitíðin til pínuklinikkina millum tríggjar og seks mánaðir.

Stóra avbjóðingin er innan barna- og ungdómspsykiatriina. Talið av børnum sum hava tørv á hesi tænastuni er nógv vaksið. Hetta hevur havt við sær, at bíðilistin hevur verið upp til 16 mánaðir við verandi manning í barna- og ungdómspsykiatriini. Onnur øki í psykiatriini hava styttri bíðitíð.

Bíðitíðin til MR-skanningar á Landssjúkrahúsinum, sum í 2019 var seks vikur, er nú burtur. Samgongan játtaði 250.000 krónur eyka til hetta økið í 2020 og 500.000 krónur eyka í 2021. Hetta gav úrslit, hóast talið av skanningum er fýrafaldað seinastu 10 árini.

Landsstýrið hevur frá fyrsta degi raðfest heilsuøkið høgt. Samgongan setti sær fyri, at í hesum valskeiðnum skuldu játtast í minsta lagi 100 mió. kr. til heilsuøkið, umframt lønarhækkingar og prísøkingar. Nú skeiðið er hálvrunnið er komið væl áleiðis, og sett eru fleiri heilsustarvsfólk. Hetta fer at halda fram.

Samanumtikið kunnu vit fegnast um, at politikkurin hjá samgonguni á heilsuøkinum gevur úrslit. Okkurt økið hevur ikki megnað at fylgt við, men arbeitt verður framhaldandi við at fáa allar bíðilistarnar styttar.

Helgi Abrahamsen
tingmaður fyri Sambandsflokkin