Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

FØROYSK LØGFRØÐI Á FÓLKATING

2019-04-19 20:36

FØROYSK LØGFRØÐI Á FÓLKATING

Málið um útbúgvingina í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum er nú tikið upp á politiskum stigi í fólkatinginum.

Magni Arge, fólkatingsmaður, vil hava løgmálaráðharran, Søren Pape Poulsen, at svara uppá, um hann heldur, at Fróðskaparsetur Føroya eins og aðrir lærdir háskúlar í Kongaríkinum kann útbúgva kandidatar í løgfrøði, ið kunnu virka sum advokatar og dómarar.

Hann spyr eisini løgmálaráðharran, um hann heldur tað vera neyðugt at gera tillagingar í rættargangslógini fyri at javntseta útbúgvingina á Fróðskaparsetrinum við aðrar útbúgvingar í kongaríkinum.

Magni Arge heldur tað vera umráðandi at fáa staðfest frá løgmálaráðnum sjálvum, hvørji viðurskiftini í rættargangslógini eru, sum hava sáað iva um eina føroyska útbúgving í løgfrøði.

Og um verandi rættargangslóg er ein forðing, hví eru hesi viðurskifti so ikki rættað í uppskotinum til eina endurskoðaða rættargangslóg, sum ein arbeiðsbólkur júst hevur lagt fram, spyr fólkatingsmaðurin.

Magni Arge spyr eisini Søren Pape Poulsen, um løgfrøði er so serlig lærugrein, at hon má góðkennast av danska undirvísingarmálaráðnum, hóast Fróðskaparsetrið er partur av føroyska undirvísingarverkinum, og tí vísir til føroyskar myndugleikar í undirvísingarmálum.

Spurningar og viðmerkingar síggjast her:
§ 20-spørgsmål Om en færøsk juridisk bacheloruddannelse.

S 785
https://www.ft.dk/samling/20181/spoergsmaal/S785/index.htm

S 784
https://www.ft.dk/samling/20181/spoergsmaal/S784/index.htm

S 783
https://www.ft.dk/samling/20181/spoergsmaal/S783/index.htm

Nevndar spurningar:
Færøudvalget (FÆU) Alm. Del – spurningur 13
https://www.ft.dk/samling/…/almdel/F%C3%86U/spm/13/index.htm

Færøudvalget (FÆU) Alm. Del – spurningur 12
https://www.ft.dk/samling/…/almdel/F%C3%86U/spm/12/index.htm

Færøudvalget (FÆU) Alm. Del – spurningur 11
https://www.ft.dk/samling/…/almdel/F%C3%86U/spm/11/index.htm