Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Føroyingar valdu tað góða valið

2021-10-08 10:01

Røða í samband við fíggjarlógarviðgerðina 2022

Á kinesiskum hevur orðið kreppa tvær týðingar– tann eina merkir vandi og hin merkir møguleikar.

Ì heimsumfatandi heilsukreppuni, sum síðani gjørdist til eina búskaparkreppu hava Føroyar og føroyingar valt tað góða valið, valt møguleikarnar framum trupulleikarnar og vandarnar.

Vit kunnu takka Føroya fólki fyri ta vælferð og ta fíggjarvánir vit síggja í dag.

Vinnulíviið hevur megnað væl at umskipað seg í eini krepputíð og hevur hórað undan. Inntøkuvøksturin økist nú aftur og liggur ´3-4 % og Felagsskatturin økist í stórum, sum ber boð um eitt vínnulív í vøkstri.

Føroyingar hava verið raskir at brúka pengar í Føroyum, og at stuðla øllum tí, sum er føroyskt.

Føroyingar hava í hópatali valt at flyta aftur til Føroyar, og ongantíð í søguni hava so nógvir føroyingar búð í Føroyum sum just nú.

• Eitt økt fólkatal stimbrar undir fíggjarliga haldføri og bøtir um demografisku avbjóðingarnar.

Harra formaður!

Tað er hugaligt at lesa búskaparfrágreiðingina – Hon gevur okkum góðar fortreytir og góð útlit fyri okkara búskap

• Arbeiðsloysið er 1,2 %

• Løntakaratalið er methøgt

• Lønargjaldingarnar vaksa við 3 % í løtuni, serliga eru tað tænastuvinnunar og almennar tænastur, sum fara við hesum vøkstri

• Og stórur privatur eftirspurningur er eftir vørum og tænastum og brúkarakanning vísir, at føroyski brúkarin ikki hevur verið stórvegis ávirkaður av koronufarsóttuni.

• Føroyska bruttotjóðarúrtøkan er vaksin úr 188 tús pr. íbúgva í ár 2000 til umleið 400 tús. fyri hvønn íbúgva í 2021. Vit gerast ríkari pr íbúgva enn okkara grannar.

• Føroyski landskassin hevur lítla skuld sammett vit flestu lond í vesturheiminum.

• Bruttoskuldin hjá landinum kann metast at vera 20 % av BTÚ í 2021.( Harafturat hava kommunurnar 1,4 mia í í bruttoskuld tilsamans, sum varar til 7 5 av BTU í 2021.) Ì ES er bruttoskuldin 95 %, Ì DK er hon 40 % og í Ìslandi er hon 80-85 % av BTU.

Tað er so nógv man kann taka fram í fíggjarlógini av góðum raðfestingum og serliga gleðir tað meg, at endurvenjingin er raðfest bæði á heilsu og almannaøkinum. Tað er rætt og skilagott at seta fyribyrgjandi inn.

Eg gleðist um, at orkumál aftur er komið inn á fíggjarlógina við 1,8 mió. Men hetta eigur at vera ein nógv størri upphædd í komandi tíðum, skal tað veruliga muna.

Men um vit framhaldandi skulu hava tey somu góðu tølini at vísa á vil eg loyva mær at koma við nøkrum avbjóðingum, sum vit mugu taka í álvara.

Arbeiðsmarknaðaravbjóðingin tann størsta avbjóðingin
Eitt lykaorð fyri at styrka um vøksturin er at loysa avbjóðingina við manglandi arbeiðsmegi

Trot og fløskuhálsar eru serliga í byggivinnuni og tænastunuvinnuni og á almanna- og heilsuøkinum. Eg gleðist um, at landsstýrismaðurin í vinnumálum fráboðaði á vinnudegnum, at hann í heyst fer at undirrita avtalu við danska starvsbróður sín um at gera tað smidlari við at fáa skikkaða arbeiðsmegi til Føroya, og at viðgerðartíðin skuldi styttast munandi.

Men vit mangla hendur í røktini og á dagstovnaøkimum og hetta má endurspeglast á fíggjarlógini. Dagstovnar í landsins størstu kommunu mugu lata aftur, børnini send heim og foreldur mugu fara til hús frá arbeiði, tí tað eru ikki nóg nógv folk at arbeiða á dagstovnunum.

Her mugu broytingar gerast á fíggjarlógini, so vit fáa fleiri flokkar námsfrøðingum !!

Tað er fínt, at námsfrøðiliga hjálparútbugvingin er raðfest og heldur fram í komandi ári, men tað nøktar ikki tørvin.

1 mió er sett av til heilsurøktaraútbúgvingina, og nú verður tikið 2 ferðir inn á heilsuskúlanum í Suðuroy um árið. Tað er fínt.

Men eg sakni eina meiri ítøkiliga ætlan fyri, hvussu man ynskir at fáa bøtt um viðurskiftini hjá hesum starvsbólki. Løn undir útbúgving hevur tað verið arbeitt við í longri tið, men enn er onki úrslit av hesum at hóma.

Um dagarnar bleiv kanning løgd fram um at stytta arbeiðsvikuna. Vit vera noydd at taka hetta í nógv størri álvara. Tað er ein orsøk til, at fólk í umsorganartænastuni, á eldraøkinum , á dagstovnaøkinum og á sjúrkahúsunum hava ómetaliga trupult at fáa eina fulla arbeiðsviku, tí arbeiðsbyrðan er ov tung og kvinnur (serliga kvinnur) velja hesi fakøkini frá. OG ja eg síggi tað eisini sum kvinna í politikki sum eina skyldu at gera vart við hesi viðurskifti

Hetta kunnu vit ikki lata okkum um okkum ganga, og eg meini tað veruliga.

Fólkaflokkurin fór uppá val at styrkja um familjuna. Tað er veruliga ongin ivi í míni sál, at vit eiga at taka fatur í rótuni at byrja arbeiði stigvíst at stytta arbeiðsvikuna. Vit vera noydd at hyggja at viðurskiftunum um at fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman og at gera tað møguligt og hugaligt at fara upp í fulla tíð.

Normeringar, arbeiðsviðurskifti og stytt arbeiðsvika eru alsamt viðurskifti vit vera noydd at tora at umrøða, tí vit hava ikki hendur nokk til hesi trivnaðarøki, og tað er ein orsøk til at fólk venda hesum arbeiðsøki baki, sum ger at tapa kappingina. Gera vit tað sama fáa vit tað sama.

Vit mugu tora at taka hettta neyðuga kjakið, eisini vit á borgarliga veinginum, tað eru vit, ið kunnu gera nakað við tað nú !!!

Avbjóðingar millum tey ungu:
Rúsevni og rúsdrekka fylla alsamt meiri millum tey ungu. Vit kunnu gott brúka nógvar pengar uppá at basa hesum, seta viðgerarstovnar á stovn, veita sálarfrøðiliga hjálp, tá ið skaðin er hendur, men vit vita, at tað einasta, íð hjálpur er at geva okkara ungu røttu karmarnar, røttu fyribyrgingina og røttu vegleiðingina so tey als ikki koma sær út í hetta. Tí eiga vit at játta meiri pengar til ítróttin, sum er besta gávan, vit kunnu geva okkara ungu.

Játtanin hevur staðið í stað í mong ár til ÌSF 11, 7 mio. Hetta átti at verið minst tvífaldað, so hevði tað munað nakað. Landið sleppur lutflasliga lætt. Landið byggir ikki eina ítróttarhøll, vøll ella hyl. Tað eru kommunurnar, íð byggja øll ítróttaranleggini umframt at tey skulu rinda 6,25% í mvg av hesum. Tí átti landið sum tað minsta at játta meiri pengar til ítróttarfeløgini og at strika mvg ið.

Størri uttanríkispolitiskar heimildir gevur størri vælferð
AT enda vil eg nema við, hvussu vit kunnu vaksa um okkara búskap, so vit framhaldandi kunnu hava eitt vælferðarsamfelag, sum kann fíggja alla hesa vælferð. Vit eiga, samgonga saman við andstøðuni at strongja á, at skapa betri marknaðaratgongd út í heim fyri okkara tilvirkaðu vørur tað veri seg til ES, Kina, USA og Russlands. Vit eiga at standa saman um at broyta okkara uttanríkispolitisku heimildarlóg – tí hon ein sprennitroyggja fyri okkara búskap og fyri okkara land

Orðatakið sigur, at tað er ikki vindurin, sum avgerð hvønn veg skipið siglur, men hvussu tú setir seglini.

Latið okkum seta seglini rætt út í heim og opna heimin fyri Føroyum - tað er her lykilin og grundarlagið liggur fyri veruligum vøkstri, og tað eiga vit øll at standa saman um !!!!

Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin