Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Føroyar skulu fylla meira í Ríkisfelagsskapinum – í Odense eru vit til reiðar

2020-11-17 08:09

Skrivað hava Nauja Bianco (stjóri í Nordatlantisk Hus Odense ) og Claus Houden (nevndarformaður í Nordatlantisk Hus Odense)

Tá danska fólkatingið varð sett tann fyrsta týsdagin í oktober í ár, fortaldi føroyski fólkatingslimurin Sjúrður Skaale eina stuttliga søgu. Hann tosaði nevniliga um støddina á einum heilt serligum likamsluti, sum bert tað eina av kynunum hevur (og bað frammanundan um umbering frá formanninum í Fólkatinginum).

Søgan snúði seg í stuttum um tríggjar ránsmenn, sum sótu fongslaðir og sum bert kundu endurvinna frælsi, um lívsgevandi likamslutir teirra samanlagt vóru akkurát 20 sentimetrar til longdar. Dómarirnir funnu síni mátibond fram: Likamsluturin á tí fyrsta var 12 sentimetrar; likamsluturin á tí næsta var 7 sentimetrar, meðan likamsluturin á tí síðsta var 1 sentimetur (og bert tí hann var í góðum lag). Ránsmenninir blíva at enda latnir leysir og fegnaðast um tað. Teir tríggir ránsmenninir eru – í fluttari merking – Grønland, Føroyar og Danmark. Tá hugsað verður um Arktis, útvega Grønland teir 12 sentimetrarnar, Føroyar útvega teir 7 sentimetrarnar, og Danmark útvegar 1 sentimetur. Hetta er ein mynd av Ríkisfelagsskapinum, og Føroyar eru ikki at undirmeta í hesum samanheingi. Men tað, sum hevur enn størri týdning, sambært Sjúrða Skaale, er samstarvið – synergiin – millum hesi trý londini. Samstarvið, sum samanlagt gevur teir 20 sentimetrarnar.

Føroyar fylla ikki nóg mikið í tilvitskuni í Ríkisfelagsskapinum. Tað vilja vit – úr Nordatlantisk Hus Odense – fegin gera nakað við. Vit vilja hjálpa við at geva Føroyum ein sterkan pall, soleiðis at Føroyar kunnu gerast enn sjónligari og fáa enn størri ávirkan í Danmark. Í roynd og veru er tað eitt av høvuðsendamálunum við húsinum.

Nordatlantisk Hus í Odense er eitt virkið, mentanarligt møtistað fyri fólk við tilknýti til og áhuga fyri teimum norðuratlantisku londunum. Vit arbeiða við at víðka um kunnleikan til londini og við at skapa møguleikar og karmar fyri einum tættari samstarvi millum londini (bæði mentanarliga og vinnuliga). Vit arbeiða við at profilera Ísland, Føroyar og Grønnland og – millum annað – at varpa ljós á norðuratlantiska mentan og list. Vit eru eisini eitt møtistað fyri felagsskapir og fyritøkur, sum venda sær móti norðuratlantisku marknaðunum, og vit eru ein sýnisgluggi fyri norðuratlantiskar vørur, sum vit eisini selja í húsinum.

Noratlantisk Hus lat upp tann 9. november 2013 sum ein av fyrstu, nýggju bygningunum á Byens Ø á Odense Havn. Vit eru errin av at hava ein sterkan føroyska anda í húsinum. Vit hava her ein virknan føroyskan felagsskap, og við síðurnar av húsinum hava vit ein føroyskan seglfelagsskap, sum tekst við at umvæla og sigla við norrønum bátum (Frigglaug). Vit vóru við til at fyrireika Flaggsigling í mai 2019 við sjey søguligum, føroyskum seglskipum og við føroyskum regatta, har vit samstundis hátíðarhildu, at føroyska flaggið, Merkið, fylti 100 ár; og harumframt hýsa vit føroyskum framsýningum, konsertum og øðrum upplivingum fyri fólkum í túsundatali, sum hvørt ár vitja húsið. Vit gera tískil nógv, men vit vilja fegin gera enn meira.

Ein av okkara visjónum er at byggja út og á tann hátt víðka enn meira um húsið. Hetta ynskja vit at fara undir skjótt, soleiðis at vit kunnu økja um virksemið og hýsa enn fleiri tiltøkum. Ein avgerandi partur av hesi visjón er at gera Føroyar enn sjónligari og at arbeiða enn meira við Føroyum. Í sambandi við hesa verkætlan koma stjórin og nevndarformaðurin í Nordatlantisk Hus saman við nevndarformanninum í Det Grønlandske Hus Odense til Føroya í november. Orsøkin til vitjanina er, at vit fegin vilja fara í holt við dreymin um at víðka virksemi okkara saman við týdningarmiklum føroyskum starvsfeløgum og samstarvsfeløgum. Uttan eitt sterkt samstarv – SDG 17 – megna vit ikki nógv. Men vit – í Nordatlantisk Hus Odense – vilja fegin hjálpa við at finna ein sentimetur her og har.

www.nordatlantiskhus.dk