Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Føroyar hava ongar skyldur, men eru til sølu...

2022-06-23 13:18

Tað er runnið saman millum A og E í radaramálinum. Men teirra kós er hættislig

Avtalan um radaran varð undirskrivað í næstsíðstu viku. Um fá ár hava vit sostatt aftur eitt eyga á Sornfelli, og tað, sum hetta eyga fer at síggja, verður sent til Vørn, Vága Floghavn, og donsku verjuna (sum er partur av NATO). Tað er sera gott.

Føroyskar fyritøkur kunnu bjóða seg fram at gera arbeiðið við uppseting og øðrum. Eisini gott.

Radarin verður ómannaður, men virksemið krevur kortini tænastur, sum eg gangi út frá, at føroyskar fyritøkur eisini kunnu standa fyri. Gott.

Danskir myndugleikar bera allan kostnaðin av uppseting og rakstri. Um tað er gott ella ei kann mann kjakast um, men orsøkin er, at verjumál eru donsk. Tað er m.a. ásett í Heimastýrislógini og Yvirtøkulógini, sum báðar eru samtyktar av løgtinginum.

Hetta merkir samstundis, at danskir myndugleikar formliga høvdu rætt at taka avgerðina um radaran sjálvir.

Men tað politiskt rætta var sjálvandi, at avgerðin varð tikin av føroyskum myndugleikum. Soleiðis varð eisini gjørt. Tað er ið hvussu er gott. Og tað er í samsvari við til dømis “Fámjinsskjalið” frá 2005. Tað er ikki ein lóg, men ein politisk fráboðan, sum ásetir, at Føroyar skuldu hava ávirkan á trygdarpolitiskar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum.

Alt er sostatt farið fram eftir bókini. Og tað, sum er gjørt, verður til gagns fyri Vørn, fyri Vága Floghavn og, fyrst og fremst, til gagns fyri verjuna av Føroyum og okkara grannalondum.

Men stóð tað Fólkaflokkin og Tjóðveldi, fekk landsstýrismaðurin ikki heimild at skriva undir avtaluna. Báðir hesir flokkar søgdu nei.

Krøvini, teir settu, vóru so burtur úr vón og viti, at fingu teir makt, sum teir hava akt, hevði tað verið til stóran skaða fyri Føroyar. Signalið til grannalondini hevði verið, at vit onga ábyrgd vilja taka, og at okkara meiningar og okkara gerðir eru til sølu.

Pínlig støða

Málið skal síggjast í tí høpi, at flestu NATO-lond nú hava nú sett sum mál, at 2% av samlaða búskapinum skulu brúkast til felags verjuna. Harumframt hava Svøríki og Finnland søkt um limaskap í NATO.

Orsøkin er ikki minst óhugnaliga russiska aggressiónin.

Skuldu Føroyar rinda 2% av BTÚ til verju, hevði gjaldið verið 400 mió. um árið. Hvørt ár. Men vit rinda einki.

Og vit hava onga herskyldu. Kortini eru vit vard av NATO.

Men til tess at kunna styrkja felags verjuna av okkara øki, má ein radari setast upp í Føroyum. Eins og fleiri standa í Noregi, Íslandi og Bretlandi. Hetta er tað einasta, vit verða biðin um: At lata NATO ein matrikkul til ein radara.

Høvdu Tjóðveldi og Fólkaflokkurin fingið sín vilja, høvdu Føroyar sagt nei. Vit høvdu staðið sum landið, ið uttan at rinda nakað fyri tað verður vart av NATO, men kortini ikki vil loyva einum radara her.

Tá tað so eisini hevði komið fram, hvørjar grundgevingarnar vóru, høvdu vit verið sett skammikrók. Tí undanførslurnar hjá bæði A og E eru burtur úr vón og viti.

Fólkaflokkurin

Formaður Fólkafloksins roynir nú at bjarga umdøminum hjá sínum flokki við at siga, at hann er fyri radaranum.

Sannleikin er hesin: Christian Andressen visti, at varð málið lagt fyri løgtingið, hevði ein greiður meiriluti helst sagt ja til radaran. Men hann vildi IKKI, at tað varð gjørt. Christian stemmaði sjálvur ímóti, at alt løgtingið skuldi sleppa taka støðu.

Harvið lat hann avgerðina upp í hendurnar á Uttanlandsnevndini, har Jacob Vestergaard førir orðið vegna Fólkaflokkin. Og Christian veit, hvørjum Vestergaard stendur fyri. Áðrenn russisku innrásina í Ukraina segði hann ting um Russland, sum vóru heilt grotesk, og sama dag, sum Russland leyp á, segði hann í Breddanum, at “ordiligar skyldur í heimssamfelagnum hava vit ikki fyrr enn vit eru ein sjálvstøðug tjóð. Lat tað vera sligið heilt fast, tí tað hava vit ikki”.

Tann, sum ikki heldur seg hava nakra skyldu, heldur seg sjálvandi heldur ikki hava nakra ábyrgd. Og samsvarandi hesum hevur Vestergaard – alment – m.a. kravt, at skal radarin upp, skulu Føroyar hava eina fríhandilsavtalu við ES afturfyri.

Við øðrum orðum: Vit eru til sølu.

Men ES og NATO eru eru hvør sín felagsskapur. Vit kunnu ikki krevja at fáa eina fríhandilsavtalu við ES frá NATO. Tað er absurd. Er tað kravið, kemur eingin radari.

So tá Christian Andreassen sigur, at Fólkaflokkurin er fyri at radarin skal setast upp, so er tað ósatt.

Flokkurin segði fyrst NEI til at løgtingið kundi taka avgerðina, og síðani reelt NEI til, at landsstýrismaðurin kundi skriva undir avtaluna. Fekk Fólkaflokkurin sín vilja, fóru tey boð út til heimin, at her skal eingin radari upp.

Tað, sum tá hevði skapt umdømið Føroya, hevði verið hugburðurin hjá Vestergaard: Føroyar hava onga skyldu og taka onga ábyrgd uttan so, at vit fáa okkurt munagott afturfyri.

Tjóðveldi

Tjóðveldi hevur havt øgiliga nógvar, øgiliga ógvusligar og øgiliga ósannar útmeldingar um radaran.

Høvuðssøgan hevur verið tað, sum formaðurin segði í D&V 19. Februar: “Danmark brúkar Føroyar til at spara pengar í hesum málinum og einki annað”.

Tað var kortini ein møguleiki fyri at fáa danir út úr líkningini: Vit skuldu sjálv taka upp samband við NATO, og sjálv gera eina avtalu um radaran við amerikanarar og bretar í staðin. Síðani skuldu vit, skilst, selja teimum myndirnar, sum hann sýnir.

Altso: Út við óndum dønum, sum vilja útnytta okkum og selja okkum, og inn við fittum amerikanarum og bretum, sum ikki bara vilja verja okkum, men rinda okkum fyri at fáa ta vitan, teimum tørvar, fyri at gera tað.

Tað nýtist ikki at seta lýsingarorð á hetta. Tað talar fyri seg sjálvt.

Og sjálv fortreytin fyri hesi “ætlan” er, at demokratiskar mannagongdir verða sett til viks.

Tí hóast føroyingar fingu heimildina at taka avgerðina um radaran, so eru verjumál formliga danskt málsøki.

Hetta er, sum nevnt, ásett í lógum, sum løgtingið hevur samtykt. Vit kunnu ikki lata sum um tað ikki er so, og fara í beinleiðis tingingar við NATO. Tað hevði ikki borið til. (At landsstýrið í ár 2000 VAR í samráðingum við NATO, sum Tjóðveldi eisini hevur sagt, er snøgt sagt ósatt).

Tjóðveldi tekur ikki undir við teimum lógum, sum áseta ábyrgdarbýtið millum Føroyar og Danmark, og gera, at vit ikki hava formliga ábyrgd av verjumálum. Fair enough! Men okkara fólkavalda ting hevur altso samtykt tær. Og tað ber ikki til at ignorera lógir, fyri tað, um mann ikki tekur undir við teimum.

Hevur løgtingið samtykt, at mann bert kann koyra 80 á landsvegunum, so mugu øll fylgja tí. Eisini tey, sum halda, at mann skuldi kunnað koyrt 100. Vil mann hava eitt annað ferðmark, má mann broyta lógina.

At enda

Javnaðarflokkurin er 100% fyri, at vit fremja yvirtøkur og taka støðugt størri ábyrgd. Eisini innan trygdar- og verjumál.

Við teimum avtalum, sum nú eru gjørdar, fáa vit innlit, vitan, ávirkan og royndir á hesum øki. Vit fara at vaksa við uppgávunum. Og ein dag fara vit helst at taka fulla, formliga ábyrgd, eisini á hesum øki.

Men fyri tað, um vit ikki hava formligt ræði á økinum enn, hava vit í stóran mun reelt ræði á tí longu nú.

Tí eiga vit longu nú at sýna okkara grannalondum, at vit eru álitisvekjandi. Gera vit tað, verða vit tikin í álvara – og tað kann slóða fyri at vit, í eini náttúrligari prosess, kunnu taka við støðugt størri ábyrgd.

Senda vit hinvegin umheiminum tey boð, at vit bara eru við, um vit fáa pengar ella okkurt annað afturfyri, verða vit ikki tikin í álvara. Tað fer ikki bara at gera tað trupult at fáa størri ábyrgd innan verjumál, men kann eisini skaða okkum á øðrum økjum.

Í ringasta føri kundi onkur spurt, hví Føroyar skulu verða umfataðar av verjuni hjá NATO, tá vit ikki so mikið sum vilja hýsa einum radara, sum vit ikki rinda fyri, og enntá frítt kunnu nýta til sivila nýtslu dagliga.

Hvat skuldu vit svarað?

Tað áttu umrøddu flokkar kanska at hugsa um. Kanska tað kann gera, at teir sýna eina aðra atferð í framtíðini.