Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Føroyar eru miðskeiðis í Norðuratlantshavinum við einum ómetaligum lívfrøðiligum margfeldni í sjónum, og sum kunnugt er fiskivinnan høvuðsvinna.

2012-10-25 22:58

- Tað er tí umráðandi at vitanin um lívið í havinum er frammalaga í tilvitskuni hjá føroyingum.

Føroya Sjósavn

Vit eiga at takka íbirtarunum, sum hava lagt stóra orku og arbeiði í at stovna Føroya Sjósavn og ikki er at gloyma vælvildina frá kommununi, landinum og vinnuni.

Tað krevur nógv arbeiði og viðlíkahald at reka Sjósavnið. Tað er munur á slíkum savni og øðrum søvnum, tí sjósavnið fæst við livandi verur. Akvariini skulu t.d. reinsast, havdjórini matast og nýggj setast við. Skal savnið virka sum ætlað, er neyðugt at kør, pumpur og annað altíð eru í lagi. Umstøðurnar at reka savnið krevur at fólk eru tøk allan sólarringin hvønn dag í árinum.

 

Á hvørjum ári vitja uml.14.000 fólk Føroya sjósavn

Tey vitjandi koma t.d. frá dagstovnum, eldrastovnum og skúlum. Sjósavnið er eitt náttúrligt ferðamál hjá ferðafólki og eitt tað mest vitjaða savnið í landinum.

Sjósavnið skipar fyri mennandi tiltøkum, har ungdómar, børn og onnur kunnu nema sær vitan um lívið í sjónum á okkara leiðum. Hetta er við til at spjaða kunnleika, og skapa áhuga fyri tí føroyska havumhvørvinum.

 

Forkunnugt savn

Ein ónevndur persónur lat í 2011 Sjósavninum eitt einastandandi savn við 403 fuglum.  Hetta er sannur fongur fyri savnið, og saman við myndum og firvaldum, sum eru á savninum, hevur savnið fingið nýggjar møguleikar at sýna fram.

 

Sjósavni hevur stóran týdning fyri okkum og ferðavinnuna

Ein størri fígging til rakstur hevði komið væl við og kundi m.a. havt við sær, at fleiri verkætlanir og onnur havdjór vóru sýnd á savninum.

Neyðugt er, at savnið fær størri høli til framsýning, umframt høli til undirvísing og gransking. Savnið hevur onki hóskandi akfar og saknar amboð til dagliga virksemið.

 

Tórshavnar Kommuna og landið áttu at latið Føroya sjósavni enn betri stuðul til  útbygging og rakstur. Tað hevði verið heilt náttúrligt at høvuðsvinnan var ein av høvuðsstuðlunum og hevði ein størri leiklut í fíggingini av Sjósavninum.

 

Lat okkum stuðla íbirtarum og verkætlanum, sum eru við til at menna Havnina sum høvuðstað!

 

Rógvi á Rógvu

Valevni hjá Tjóðveldi