Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Føroya Væl - nevndin afturvald

2020-03-03 10:27
Veljarafeløg - 

Veljarafelag Sambandsfloksins í Suðurstreymi, Føroya Væl, hevur havt aðalfund, og nevndin er øll afturvald og hevur nú skipað seg

Føroya Væl helt í gjár mánadagin 2. mars sín fyrsta nevndarfund á Gamla Apoteki, eftir aðalfundin, sum var 18. februar.

Nevndin hevur skipað seg og er mannað soleiðis:

- Johan Dahl, formaður

- Ingi Mittún, næstformaður

- Beate Lindenskov Samuelsen, skrivari

- Annfinn Brekkstein, kassameistari

- Linnéa L. Petersen

Petur Ellefsen og Petur Weihe vórðu valdir til varalim.

Formaður og nevnd ætla at hava eitt virkið lokalfelag við tiltøkum og átøkum av ymiskum slag, og sum kann verða við til at knýta veljararnar tættari at Sambandsflokkkinum.

Tað stendur eitt kommunuval fyri framman og tí er neyðugt, at felagið hjálpir til at fyrireika flokkin við valevnum, valskrá og valstríði.

Føroya Væl

Á myndini frá høgru: Johan Dahl, Annfinn Brekkstein, Beate Lindenskov Samuelsen, Linnéa L. Petersen og Ingi Mittún

RN