Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Føroya størsta skomm, Barnaverndarlógin

2021-12-06 23:26

Nú ársfrágreiðingin hjá LUM hevur verið til viðgerðar, verður gjørt vart við at Barnaverndarlógin má broytast. Hví má Barnaverndarlógin broytast? Má lógin broytast tí nógvar klagur eru komnar? Átti man ikki heldur sett eitt ordiligt kanningararbeiði í verk, fyri at eftirhyggja hvussu lógin verður brúkt í verki?

Vita løgtingslimir yvirhøvir av, at LUM einans hyggur eftir tí fyrisitingarliga partinum?
Hvussu nógvar klagur eru komnar, har tað fyrisitingarliga ikki kann ávísast feilir ella manglar? Dømi: Barnaverndartænasta hevur ikki yvirhildi notatskyldu í samband við ein fund. Barnaverndartænastan kallar hendan fund fyri kunnandi fund, og metir seg tí ikki hava skildu til at skriva notatir, hóast Barnaverndartænastan fekk vitan á hesum fundi, sum kann hava ávirkan á útfalli á sakina. LUM kemur til tað niðurstøðu at onki meira kann gerast við málið, tí Barnaverndartænastan sigur hetta vera ein kunnandi fundur, og er tí eftir fyrisitingarlógini ikki notatskyldigur, men góður fyrisitingarháttur er altíð at skriva notatir.
Barnaverndarlógin, sum er í dag, er í síni heild góð, tó eru onkrar tillagingar neyðugar, men mest av øllum er tørvur á at lógin verður fylgd í verki. Tá tað er sagt, so er tað sera trupult at fáa lógina brúkta í verki, tí øll lógin sum hon er, er bert ein vegleiðing til Barnaverndartænastuna.
Metir Barnaverndartænastan ikki at lógin kann fylgjast, ja so verður hon ikki fylgd. Metir Barnaverndartænastan ikki at fyribyrgjandi tiltøk fara at geva úrslit, ja so verða ongi fyribyrgjandi tiltøk sett í verk. Metir Barnaverndartænastan at einasti møguleiki er ein umsorganaryvirtøka, ja so verða børnini umsorganaryvirtikin.
Tá børn eru umsoganryvirtikin og ikki fáa tað betur, og í summum førum fáa tað verri, og metir Barnaverndartænastan at hetta er tað rætta og ikki er neyðugt at seta onnur hjálpartiltøk í verk, ja so verður onki meir sett í verk, men børnini skulu framhaldandi vera har tey eru, uttan at neyðug hjálpartiltøk verða sett í verk. Barnaverndartænastan skal einans vísa á hvussu óbrúkilig foreldrini eru. Ongin setur spurnartekin við hví børnini ikki fáa tað betur. Ongin setur spurnartekin við um Barnavendartænastan ikki átti at sett aðra hjálp inn.

Tá ein umsorganaryvirtøka verður framd, er tað í flestu førum ein fyribils umsorganaryvirtøka. Tá ein fyribils umsorganryvirtøka verður framd, eigur Barnavendartænastan at arbeiða við heimsetan, við at veita hjálp í heimið soleiðis at barnið/børnini aftur kunnu fáa tað umsorgan teimum tørvar í heiminum. Metir Barnaverndartænastan ikki tað er neyðugt at seta hjálp inn í heimið, ja so verður hetta ikki gjørt. Metir Barnaverndartænastan tað er betur onga hjálp at geva, men bert fasthalda í hvussu ódugulig foreldur eru, ja so er ongin, sum spyr hví Barnaverndartænastan ikki setur hjálp inn.

Grundarlagið fyri eini umsorganaryvirtøku er at tað einstaka barnið skal fáa tað betur eftir eina umsorganaryvirtøku. Far barnið tað ikki betur, men Barnaverndartænastan metir at hetta er rætta loysn fyri barnið, ja so er tað rættta loysn fyri barnið. Fær barnið tað verri eftir eina umsorganaryvirtøku og Barnaverndartænastan metir at hetta er rætta loysn fyri barnið, ja so er tað rætta loysn fyri barnið. Barnaverndartænastan skal einans vísa á hvussu ódugilig foreldur eru, so fáa tey sín vilja í gjøgnum.

Barnaverndartænastan hevur doktaragrad í at finna feilir og vísa á feilir, men tá tað kemur til at finna loysnir og veita hjálp hevur Barnaverndartænastan ikki so fragt sum hønuvit.
Um Barnaverndartænastan var útgjørd til at finna loysnir, so hevði Barnaverndartænastan verið før fyri at hugt eftir sínum egnu fyriskipanum við somu eygum, sum tað verður hugt eftir foreldrum. Tann dag tá Barnaverndartænastan fær førleikan at hyggja eftir sær sjálvum við somu eygum sum eftir foreldrum, tá KANSKA Barnaverndartænastan kemur at arbeiða fyri barnsins besta, og blívur tann tænasta, sum Barnaverndartænastan skal eitast at vera. Men hesin dagur er SO langt av landi skotin at vit kunnu ikki vænta at henda broyting kemur í hesari øldini, í øllum førum ikki við tí hugsunarhátti, sum er í dag.

Tað undrar okkum størrliga at ONGIN sum kann og sum hevur alla heimild at gera broytingar er villugur at gera hesar broytingar, so okkara GULL kann mennast, nørast og fáa tað hjálp teimum tørvar fyri at kunna blíva heil menniskju í vaksnamannalívinum, og megna at bera okkara høgt elskaða Føroya land á hægstu tindar.

Hvussu ber tað til at ONGIN vil hugsa útum boksina? Hvussu ber tað til at vit altíð skulu samanbera okkum við londini kring okkum? Hvussu ber tað til at vit ikki eru villug at verða betur enn londini kring okkum? Vit sum eru ein SO stolt tjóð. Vit sum klára okkum sjálvi. Vit sum eru ein so lítil tjóð og hava so nógv at vera stolt av. Hevði tað so ikki verði uppá sítt pláss at vit vístu virðing fyri okkara næsta ættarliði og ikki hugsaðu hvat tað kostar okkum í dag, men heldur hugsað hvat tað kemur at kosta? Tí kostnaðurin verður fleirfaldaður við at vit ikki vilja hjálpa.

Er tað rætt at Føroya land skal gjalda kostnaðin fyri at kommunurnar ikki vilja seta hjálpar tiltøk í verk tí tað kostar ov nógv?
Vit vita øll at tað eru 2 millumlið, sum skulu góðkenna ALT áðrenn ein umsorganryvirtøka verður framd. Hvussu ber tað til at hesi 2 ikki megna at framhevja lógina og vísa á hvør hjálp kann setast inn, heldur enn at fremja eina umsorganaryvirtøku? Hvussu nógvir av limunum í Barnaverdarnevndini kenna ikki tær familjur, tey skulu taka avgerð um? Ella hava hesi fólk yvirhøvur fingið eina vegleiðing, hvat tey eru har til?

Børn verða útsett fyri harðskapi og seksuellum ágangi eftir eina umsorganaryvirtøku, men tá Barnaverndartænastan metir, at børnini hava tað betur í hesum umhvørvinum enn heima, ja so verða tey verandi í hesum umhvørvinum.
Tá Barnaverndartænastan ikki megnar at verja børnini móti sær sjálvum, hvør er tá verjan hjá børnunum?

Góðu tit, sum varða av okkara lóggávum, reisi tykkum úr stólinum og seti eitt gagnligt kanningar abeiði í verk, soleiðis at tað kann finnast fram til hvar veikleikin er. Í dag hevur tað onga avleiðing fyri Barnaverndartænastuna um tey gera feilir ella ikki fylgja lógini. So góðu tit, tori at standa fram og verð VERJAN fyri okkara GULL, tí tey eru tann stórsti taparin, sum undir ongum umstøðum eigur at sita við sviðið soð.

Og alt hetta er við vælsignilsi frá Barnaverndarnevndini og Høvðusbarnaverndarnevndini og somuleiðis Landsstýriskvinnuni í Almannamálum. Hetta hevur Landsstýriskvinnan í Almannamálum prógva ferð eftir ferð tað seinastu tíðina, hon frásigur sær bara alla ábyrgd og himprast ikki við at lúgva á tingsins røðarapalli. Landsstýriskvinnan er væl vitandi at hon kann gera nakað við tingini, men heldur enn at gera nakað verða øll foreldur, sum venda sær til Almannamálaráðið avvíst við tí grundgeving, at Almannamálaráðið ikki kann fara inn í einstøk mál. Tá Almannamálaráði er hægsti mynduleiki á økinum, hvussu ber tað so til at Almannamálaráðið ikki kann fara inn í einstøk mál? Er orsøkin ikki so simpul sum at Landstýriskvinnan ikki VIL fara inn í einstøk mál fyri at eftirkanna um lógin verðuliga verður brúkt sum tilætla. Ella er orsøkin so simpul, sum at Landsstýriskvinnan bara er so floytandi líkaglað við hvussu Barnaverndartænastan arbeiður?

Landsstýriskvinnan í Almannamálum hevur í øllum førum prógva at hon hevur tikið eina ábyrgd uppá seg, sum hon ikki vil eiga. Eina ábyrgd, sum hon uttan at blunka blakar frá sær.

–Familjuhjálpin

*LUM (Løgtingsinsumboðsmaður)