Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Føroya Arena á dyggum fíggjarligum grundarlagi

2022-06-27 10:27

Nýggja stórhøllin er komin eitt risastórt stig nærri veruleikanum, nú tað endaliga er greitt, at fimm stuðlar játta tilsamans 242 milliónir krónur til verkætlanina. Eitt sera týðandi átak fyri føroyskan ítrótt og mentanarlív sum heild

Føroya Arena verður ein týðandi liður í menningini av føroyskum ítrótti á altjóða ítróttapallinum, eins væl og stórhøllin ivaleyst fær avgerandi týdning fyri heimliga ítróttin og føroyska mentan sum heild. Við hesum stevnumiði í huga er nú klárt at projektera Føroya Arena, eftir at fimm stuðlar játta tilsamans 242 milliónir krónur til hetta framtíðarátak.

Fíggjarætlanin er tillagað í mun til fyrstu kostnaðarmetingina, og nú er lagt upp fyri m.ø. hækkandi kostnaðarstøði í komandi tíðum. Tórshavnar kommuna hevur játtað 132 milliónir krónur til Føroya Arena, formenninir í øllum flokkum í løgtinginum hava givið tilsøgn um 30 milliónir krónur, danska stjórnin hevur játtað 30 milliónir krónur, og A.P. Møller-grunnurin og Betri Stuðulsgrunnurin hava játtað 25 milliónir krónur í part til stórhøllina.

-Betri-samtakið metir hesa verkætlanina vera sera týdningarmikla, tá talan er um framhaldandi menning av føroyskum ítrótti bæði her heima og á altjóða pallinum. Harumframt fær høllin stóran týdning fyri føroyskt mentanarlív, tí her skapa vit smidligar og fjølbroyttar karmar til øll hugsandi tiltøk, sum allir aldursbólkar kunnu fáa gleði av, sigur Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í PF Betri Stuðulsgrunninum.

Føroya Arena skal byggjast við Stórutjørn í Havn, og stórhøllin skal skipast sum ein sjálvsognarstovnur. Føroya Arena verður ein altjóða góðkendur tjóðleikvøllur til innandura ítrótt – t.d. hondbólt, flogbólt, fimleik, kurvabólt, stríðsítrótt, borðtennis, tennis, badminton, dans, bogaskjóting og biljard. Harumframt verður stórhøllin eisini karmur um konsertir og onnur stór tiltøk.

Ein arbeiðsbólkur fór í fjør summar – eftir áheitan frá Heðini Mortensen, borgarstjóra – at kanna møguleikarnar fyri at útvega stuðul til stórhøllina. Í arbeiðsbólkinum sita Niels Mortensen, Tummas Justinussen, Jón Sigurdsson, Dennis Holm og Jógvan Emil Nielsen.

Vegna arbeiðsbólkin

Niels Mortensen
Tummas Justinussen
Jón Sigurdsson
Dennis Holm
Jógvan Emil Nielsen