Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Formaldehyde – eitrandi kemikaliu út í náttúru og umhvørvið

2019-06-30 11:33

Í árunum 2104 til og við 2016 innflutti ókend fyritøka, kanska fleiri enn ein, 8,3 tons av sterkt krabbaelvandi evninum Formaldehyde til landið. Hetta kann staðfestast í yvirliti frá Hagstovuni. Men at fáa at vita hvør innflutti evnið og til hvørji endamál, vísir seg at verða so at siga ógjørligt at fáa upplýst. TAKS veit hvør innflytarin er, og almennir stovnar – Heilsufrøðiliga Starvsstovan og møguliga eisini Arbeiðseftirlitið – liggja inni við hesi vitan, ið allarhelst skal verða loynilig fyri vanliga borgaran.

Ì grein í skotska og óhefta tíðindablaðnum The National sæst í dag, at tað er alivinnan, sum nýtir evnið til desinfektión av deyðum alilaksi og fiski, ið verður tikin vegna sjúku, og til lúsabasing.
Skjøl, ið eru loynilig, eru nú komin fram í Skotlandi, og vísa hesi at 184 alibrúk hava loyv i at bruka Formaldehyde í tyntum løgi nevndur Formalin, til desinfektión av deyðum fiski og til vernd móti parasittum og fiskasjúkum.


Føroyska apoteksverkið innflytir nakrar litur av Formaldehyde um árið til nýtslu á sjúkrahúsum til desinfektión og til at goyma royndir frá vevnaði. Og við fyrispurningi til yvirlækna á Landssjúkrahúsinum um hvussu nógv teir møguliga brúktu av hesum evni, var svarið eisini nakrar litrar.
Formaldehyde er kanska mest vandamikla evni á einum apoteki, sterkt krabbaelvandi, og eigur á ongan hátt at koma út í umhvørvið. Reglur eru galdandi, at har neyðugt er at nýta kemisk evni til desinfektión, skal annað enn Formaldehyde brúkast, um eitt slíkt er tøkt á marknaðinum.

Alivinnan tolir ikki dagsins ljós og hevur eisini serstakar heimildir at afturhalda upplýsingar fyri almenningin um nýtslu av lúsabasingarevnum á einstøku alibrúkunum. Einasta, ið er atkomuligt, er eitt landsyvirlit fyri nýtslu av lúsabasingarevnum. Á sama hátt sum lítið og einki verður kunnað um sloppnan alifisk, hvar sjúka sum ILA o.a. er íkomin, og nær og hvar viðgjørt er við lúsabasingarevnum, ið eru helsuvandamikil fleiri mánaðir eftir nýtslu.

At ein vinna sum alivinnan – við sera álvarsamari dálking av firðum og sundum – og, ið ikki hevur minsta ferðil av at kunna nevnast burðardygg vinna – skal sleppa at at toyggja seg uttan minstu fyrilit fyri nøkrum – uttan at varsemisreglan verður brúkt og uttan at minstu krøv verða sett til nýtslu av best tøku tøkni, er ímynd av samfelagsskipan, har politiska valdið hevur spælt falitt og mist alt á gólvið til eina ráa og fyrilitarleysa vinnugrein, ið einans hevur peningalig áhugamál í kvittanum.
Land og fólk, tryggjan av góðum heilsuásetingum í breiðum tídningi, og vernd av náttúru og umhvørvið, er slept upp á fjall, meðan ST-Heimsmál um burðardygga menning ikki eru annað enn lótir.

Tað vil koma afturum brekku í ólukkumát – og ábyrgdina eiga politikkarnir.

https://www.thenational.scot/news/17738883.fish-farms-urged-to-stop-use-of-toxic-chemical-in-scottish-waters/

Kári Thomsen