Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fólkatingið fær eina millión retur frá Javnaðarflokkinum

2019-04-04 14:36

Viðmerking til tíðindaflutning í KVF í gjár og í dag

Sjúrður Skaale 

Bæði í gjárkvøldið og í dag hevur Javnaðarfloksins virksemi á Fólkatingi verið høvuðstíðindi í útvarpinum. “Søgan” hevur verið, at vit hava nýtt okkara játtan á ein hátt, sum vit kanska ikki hava heimild til.

Ikki tí vit hava verið á dýrari restaurant. Ella barr. Ella strippklubba. Nei, orsøkin er, at eg í fjør bað eitt starvsfólk á skrivstovuni um at savna saman ymisk data um orku- og umhvørvispolitikk.

Eg greiddi í gjár journalistinum frá akkurát hvat tað var, nevnda starvsfólk hevði gjørt. Eg sendi henni eisini eitt avrit av tí.

Gølan er, at tann orku- og umhvørvispolitikkur, sum Javnaðarflokkurin síðani hevur lagt fram, m.a. er orðaður við støði í hesum skjali. Tað er rætt. Men heldur ikki tað er brot á nakra lóg.

KVF vísir á, at játtanin til floksins virksemi á Fólkatingi skal ikki brúkast til valstríð. Tað er rætt.

Men tað ber ikki til at hava skott ímillum tey, sum arbeiða fyri flokkin á Christiansborg, og tey, sum arbeiða fyri flokkin á Gamla Apoteki. Tey samskifta sjálvandi regluliga. Alt annað hevði verið ógvuliga løgið. Og ólógligt er tað ikki.

Tiltrongt fokus

Tað er gott at miðlar fylgja við í, hvussu politikarar brúka pengar. Fer misnýtsla fram uttan at hon verður uppdagað og steðgað, verða fólk freistað – og so kann óreglusemi breiða seg sum ókrút.

Men eg ansi eftir ikki at gera nakað, sum er uttan fyri mark. Ikki bara verður øll nýtslan kannað av grannskoðara. Eri eg í iva, spyrji eg meg eisini viðhvørt fyri á “Økonomikontoret” í Fólkatinginum.

Mitt í mars var eg t.d. Madrid, hagar eg var boðin av nøkrum politiskum felagsskapum. Eg hevði fleiri fundir, har catalanska heimastýrisskipanin varð samanborin við ta føroysku. Eg hitti eisini catalanska stjórnarleiðaran, og var eygleiðari undir einum politiskum tiltakið mitt í Madrid, har eini 100.000 fólk vóru við.

Eg helt, at eg hevði loyvi at brúka av floksins játtan til hetta. Men eg var ikki vísur í tí, og fyri ikki av ósketni at gera nakað mistak, spurdi eg “Økonomikontoret” um tað. Svarið var, at tey ivaðust, men hildu ikki. So tað var gott at eg spurdi, tí annars hevði eg gjørt ein feil.

Síðst í hesum mánaðinum koma fleiri føroyingar til Danmarkar at hyggja at eini skipan við el-bussum í Roskilde. Fólkatingsmenninir hava ikki skipað fyri tí, men ætlanin er, at vit skulu vera eitt slag av vertum. Eg spurdi "Økonomikontoret" um vit í tí sambandi kundu brúka av játtaninin til eitt nú flutning - og svarið var nei. Tí verður tað heldur ikki gjørt.

Reglurnar ERU flótandi, og tí er skjótt at gera okkurt skeivt av berum ósketni. Júst tí skrivaði eg so seint sum fríggjadagin í síðstu viku til formansskapin í Fólkatinginum og skeyt upp, at vit hava ein fund, har tey gera púra greitt hvar mørkini ganga.

Ein millión retur

Ofta hevur verið sagt, at játtanin til parlamentariska arbeiðið á Fólkatingi er stór. Eg eri púra samdur. Eg haldi eisini, at hon er óneyðuga stór. Hon er so stór, at hon kann freistað fólk til at fara lætt um hesar almennu pengar.

Eri eg fallin fyri hesi freisting? Ja, tað eri eg uttan iva viðhvørt. Eg kundi ofta havt spart í staðin fyri at brúkt.

Men eg havi ikki gjørt nakað ólógligt.

Og um Javnaðarflokkurin ikki verður afturvaldur, nú val skjótt skal vera, so fellur nærum ein millión krónur frá flokkinum aftur til Fólkatingið.

Tað eru teir pengar, vit hava havt loyvi til at brúka, men ikki hava brúkt.

Tað haldi eg, í allari beskeðinheit, vísir, at eg kundi havt ansað verri eftir pengunum.