Oddvør J. Mohr
Valevnið Sambandsfloksins, Tórshavnar Kommuna

Fólkaskúlin og seturskúlar

2012-10-12 20:37

Kent er at fólkaskúlin ferðast saman við næmingum teirra tað verið seg í Føroyum ella uttanlanda.

Sjálv meini eg at tað er tíðs nokk at fara uttanlanda tá ein fer í miðnámsskúla, og heldur læra okkara fólkaskúla næmingar um og vísa teimum tær fantastiksu oyggjar sum eri í Føroyum.

Síggji og hoyri fleiri sum kæra sína neyð viðvíkjandi ferðing uttanlands, um hvussu kostnaðarmikið hettar kann vera og ikki er tað altíð, at allir næmingar í hava møguleika at fara slíkar túrar tí tað er ov dýrt.

Hetter ikki ílagi, sum útgangsstøði í Fólkaskúlanum átti tað veri einsjálvfylgja at øll eru við slíkar túrar.

Men hvat kann gerast við hettar?

Tórshavnar komuna átti at stuðla slíkum ferðum fíggjarliga um hesi valdu at ferðast í okkara egna landi, so øll hava møguleikan at vera við, og ikki summi sita eftir.

Komi eg í Býráðið, vil eg brúka nógva orku at arbeiða fyri og tryggja tað besta fyri, at hettar verður veruliki.

Eg havi avgjørt at verða eitt av valevnunum Sambandsfloksins – bara við tínari avkvøðu kunnu mínar politisku ætlanir og hjartamál gerast veruleiki.

Oddvør J. Mohr

Valevnið Sambandsfloksins, Tórshavnar Kommuna