Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fólkaflokkurin og Putin

2022-08-03 14:38

Hvar stendur landsins størsti flokkur í stríðnum millum Vesturheimin og Putinsa Russland?

Sjúrður Skaale

Í Degi & Viku í gjár var kjak um okkara støðu til Russland.

Árni Skaale legði Fólkafloksins ideologisku sjónarmið fram soleiðis:

“Eg haldi, at Føroyar ikki skulu velja sær vinir og fíggindar. Eg haldi at vit tæna bæði okkum sjálvum og øðrum best við at tosa við fólk, við at vera saman við fólki og ikki at ekskludera fólk.”.

Spurdi um hetta eisini var galdandi hóast fólkini vóru í kríggi, var svarið hetta: “Ja, sjálvt um tey eru í kríggi”.

Eftir tær mongu útmeldingarnar um hetta frá Jacob Vestergaard, kann hetta ikki undra nakran. Tað hevur verið Fólkafloksins støða so leingi.

Men tað er áhugavert, at eitt umboð fyri Landsstýrið talar soleiðis.

Tí viðhvørt velir tú ikki tínar fíggindar. Viðhvørt eru tað tínir fíggindar, sum velja teg.

Hitler valdi sær innlendis og útlendis fíggindar. Og Putin hevur eisini valt sær fíggindar, sum hann brutalt hevur bart niður ella dripið.

Ítøkiliga hevur tað snúð seg um tjetjenar. Um politisk mótstøðufólk. Um fólk í Georgia. Í Hvítarusslandi. Í Sýria. Í Ukraina.

Men brutaliteturin viðkemur okkum øllum.

Flóttafólkastreymurin, sum russiska bumbingin í Sýria í 2015 skapti, rakti alt Europa.

Stórálopið á Ukraina rakar okkum, tí tað skeiklar alla okkara heimsskipan, at Putin vil taka næststørsta land í Europa, strika tað av landkortininum og innlima tað í Russland.

Streymurin av flóttafólki úr Ukraina rakar alt Europa.

Hóttanirnar móti baltisku londunum raka okkum.

Royndirnar at skerja avgerðarrættin hjá Finlandi og Svøríki raka okkum.

Hóttanirnar um atomkríggj raka okkum.

Atferðin hjá Putin er eitt álop á okkara dýrabarastu virði. Á fólkaræðið. Rættartrygdina. Á talufrælsið. Á minnilutarættindi. Á sjálvt tað at sleppa at liva og virka í friði.

Tí hevur Putin gjørt seg til okkara fígginda. Og tí er Vesturheimurin nú í stríði við Putin og hansara ræðustýri. Stríðið hevur tíbetur ikki enn ført til beinleiðis kríggj millum NATO og Russland, men øðrumegin verður Ukraina massivt stuðlað við vápnum og á annan hátt, og hinumegin er Russland fyri ógvusligum tiltøkum.

Tað tekur tíð áðrenn hesi hesi tiltøk – hesar sanktiónir – fáa ávirkan, men nú byrja tey av álvara at gera mun. Russiski búskapurin viknar, og harvið viknar eisini møguleikin fyri bæði at føra kríggj og byrja nýggj krígg.

Eingin veit, um tað eydnast at fría Ukraina aftur, men óndskapurin hevur ið hvussu er fingið greiða mótstøðu, og tað er eingin ivi um, at russiska krígsmaskinan er vorðin nógv veikari, enn hon var. Ódjórið Putin hevur færri tenn í kjaftinum enn í februar.

Um øll høvdu sagt sum okkara landsstýrið, hevði Ukraina ikki verið til í dag. Baltalondini høvdu helst verið álvarsliga hótt. Og tað høvdu norðurlond helst eisini.

Hvar hoyra vit heima?
Tað løgna er, at samstundis sum Fólkaflokkurin tosar sum hann ger, sigur hann, at vit skulu hoyra til Vesturheimin.

Men hvat merkir tað?

Tá støða herfyri skuldi takast til ynskið hjá NATO um at seta ein radara upp her – eins og radarar standa í øllum okkara grannalondum – segði Fólkaflokkurin nei. (Krøvini hann setti fyri at siga ja vóru so burtur úr vón og viti, at talan reelt var um eitt greitt nei).

So hvat merkir tað, at vit skulu hoyra til Vesturheimin?

Tað merkir einki.

Fólkaflokkurin vil einki tiltak seta í verk móti Vesturheimsins fígginda – Putin – sum kann kosta okkum nakað. Hann vil ikki ein gang kalla Putin okkara fígginda. Og hann vil nokta NATO at seta ein eftirlitsradara upp í Føroyum.

Tað sigur eitt sindur um, hvar flokkurin stendur...