Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fólk skulu sjálvandi bæði hava rætt og møguleikan at byggja uttanfyri Havnina

2019-06-26 10:16

- ella tað ílagi, at forðingar verða lagdar ívegin ?

Alment hevur verið frammi, at tað er ómetaliga trupult hjá fólki, ið ætla at byggja sær hús á bygd, at fáa lán frá peningastovninum.

Sagt verður, at ein av orsøkinum til hetta er, at marknaðarvirði á húsum á bygd er munandi lægri enn á húsum í Havnini.

At peningastovnarnir, eftir øllum at døma, eru trekir at veita fígging til bygging av húsum á bygd, ella uttan fyri høvuðsstaðarøkið, er bæði harmuligt og átaluvert!

Heldur hendan gongdin fram, ja, so er ikki ringt at ímynda sær, at miðsavnanin(sentraliseringin) tekur dyk á seg.

Tað kann ikki vera rætt, at peningastovnarnir á hendan hátt, í roynd og veru, forða fólki í at búseta seg á bygd og sostatt stýra bústaðarmynstrinum í Føroyum.

Um peningastovnarnir ikki sjálvir taka annað skinn um bak, so mega onnur átøk til!

Tí eingin ivi skal vera um, at tað eigur ikki at vera peningastovnarnir ið stýra skulu hesum landi. Fara teir út um mark – Ja, so er tað skylda hjá politiska mynduleikanum at fáa peningastovnarnar at rætta kósina.

Hetta er nakað sum komandi landstýri/løgting eigur og skal leggja sær í geyma.

Tordur J. Niclasen