Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

FLÓTTAFÓLK: Løgmansrøðan og flóttafólk

2015-01-19 15:37

Fyrst vil eg melda meg uppí tað kórið, sum sigur, at nýggjársrøðan hjá Løgmanni var einastandi góð. Nógv hava longu sagt sína meining um røðuna og flóttafólk, og vil eg fegin geva mítt íkast til hetta orðaskiftið.

Í nýggjársrøðuni endurgav løgmaður úr skriftini, har tað stendur “Eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær.” Um vit lesa víðari, síggja vit, at tey svaraðu honum: “Harri, nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka? Nær sóu vit teg ókunnigan og hýstu tær, ella naknan og klæddu teg? Nær sóu vit teg sjúkan ella í fangahúsi og komu at finna teg?” Og til hetta svaraði Hann: “Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.”

Lat meg taka eitt dømi: Um tú eigur ein son, og eg komi inn og gevi honum eina gávu – júst ta gávuna, sum hann ynskir sær allarmest. Hann er so hjartans fegin um gávuna. So vilt tú mest sannlíkt eisini verða hjartans fegin, og hóast eg ikki gav tær gávuna, men syni tínum, so hevði tú ivasleyst verið eins fegin ella enntá fegnari, enn um eg gav tær eina gávu. Tú elskar sonin so nógv, at tað sum eg geri fyri hann, følir tú, sum gjørdi eg tað fyri teg.

Soleiðis er Jesus móti øllum menniskjum. Hann elskar hvønn einstakan so nógv, at um vit gera nakað gott móti einum menniskja, so er tað eins og gera vit tað móti Jesusi sjálvum. Tí sigur hann: “so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.”

Kristin etikkur er nógv meira enn bara ein spurningur um fosturtøku og samkynd. Næstrakærleiki er ein stórur partur av kristna etikkinum, og eiga vit at hava næstrakærleika sum vegvísara – bæði sum einstaklingar, men eisini sum land.

Tað hevur hevur verið ført fram, at vit enn ikki eru til reiðar at taka ímóti flóttafólki, men at vit eiga at gera fleiri kanningar. Hetta fyri at fyrireika okkum til, at vit einaferð møguliga kunnu verða við til at hjálpa nøkrum familjum. Hesum eri eg samdur í.

Eisini hevur verið ført fram, at tað er betri at hjálpa teimum á staðnum, tí tá fær man hjálpt nógv fleiri fyri nógv færri pengar. Hetta er eisini skilagóð tala. 1 millión kr. er nóg mikið til at breyðføða um 350 familjur í eitt ár, meðan vit við somu upphædd kanska bert fingu hjálpt einari familju, um hon kom higar. Hetta, at tað er effektivari at hjálpa fólki á staðnum, má tó ikki blíva ein umbering fyri einki at gera. Leggjast skal tó afturat, at tað ikki eru øll, sum kunnu hjálpast á staðnum.

Hendan samgongan hevur hækkað játtanina til neyðhjálp við 100.000 kr, soleiðis at Føroyar í dag lata 600.000 kr. Hendan játtanin verður brúkt til bráðfeingis neyðhjálp. Somuleiðis brúka Føroyar 2,5 millión í menningahjálp. Eisini her hevur sitandi samgonga hækkað játtanina, og verður hesin peningur brúktur til at menna fátæk lond – eitt nú við útbúgving. Ein munur á játtanunum er, at neyðhjálpin verður latin til bráðfeingis tørv, meðan menningahjálpin verður nýtt til at stuðla og menna triðja londum.

Lat okkum vísa í verki, at vit veruliga vilja gera mun fyri nøkur av hesum neyðars flóttafólkum, sum tørva okkara hjálp. Eg vil mæla til, at vit longu í ár hækka neyðhjálpina við eitt nú 500.000 krónum, og at vit oyramerkja hesa játtan til flóttafólk í Sýria. Um allur hesin peningur var brúktur til teppir, so kundu vit givið fleiri enn 8.000 børnum eitt teppi nú, meðan veturin leikar á. Verða allir pengarnir brúktir til mat, so kunnu vit breyðføða 2.000 familjum í ein mánaða - ella fleiri enn 150 familjum í eitt heilt ár.

Føroyar eru eitt ríkt og vælsignað land, og tað skulu vit verða glað og takksom fyri, men hetta forpliktar eisini!

Reimund Langgaard

Tingmaður fyri Sambandsflokkin

RN