Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Flogternur uppsagdar á haldgóðum grundarlagi

2019-06-27 00:06

Tað er átaluvert, at danska fakfelagið, FPU, í fjølmiðlunum manipulerar veruligu orsøkirnar til, at tvær flogternur eru sagdar úr starvi hjá Atlantic Airways. Sjálvsagt eru uppsøgnirnar haldgóðar, tí einki annað hevði verið nøktandi atburður hjá føroyska flogfelagnum.

Málið um tvær flogternur, sum eru sagdar úr starvi hjá Atlantic Airways, er farið fullkomiliga út av kós, eftir at fakfelagið, FPU, í fjølmiðlunum hevur gjørt alt fyri at reingja veruliga avgerðargrundarlagið undir uppsagnunum.

- Við øðrum orðum er talan um beinleiðis manipulatión frá FPU, sum enntá ikki er sáttmálapartur. Tað er ein ógvuliga ódámlig framferð, sum vit halda hevur uppiborið eina hvassa átalu, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Hon vil ikki greiða ítøkiliga frá orsøkunum til uppsagnirnar, men hon sigur kortini so mikið, at talan er um óhóskandi og illoyalan atburð, sum Atlantic Airways undir ongum umstøðum kann góðtaka.

- Longur fara vit ikki inn í hetta málið í almenna rúminum, tí talan er um persónsmál, sum vit meta vera óhóskandi at viðgera alment, tó at FPU alsamt roynir at reingja málið í miðlunum, staðfestir Jóhanna á Bergi.

Hon leggur dent á, at málið einki hevur at gera við leiklutin hjá flogternunum sum ávikavist forkvinna og næstforkvinna í nýstovnaða felagnum hjá flogternunum, ið nevnist Súlan, og sum er limur í danska FPU – Flyvebranchens Personale Union.

- Tvørturímóti er Føroya Arbeiðsgevarafelag vegna okkum í ferð við at taka upp samráðingar við Súluna um nýggjan sáttmála at galda frá 1. november 2019, tá individuellu sáttmálarnir hjá flogternunum ígjøgnum Starvsmannafelagið renna út, sigur Jóhanna á Bergi.

Flogternurnar fóru herfyri úr Starvsmannafelagnum og stovnaðu felagið, Súlan, sum altso hevur limaskap í danska fakfelagnum, FPU.

Flogternurnar hava tó framvegis individuellar sáttmálar ígjøgnum Starvsmannafelagið fram til 1. november 2019. Og júst individuellu sáttmálarnir hava við sær, flogternurnar heldur ikki kunnu ákalla sær leiklutin sum álitisfólk, tá álitisfólk bara virka innan fyri kollektivar sáttmálar.

- Her er talan um eitt uppsagnarmál á tungtvigandi avgerðargrundarlagi, sum FPU roynir at manipulera til eitt fakfelagsstríð. Tað er ikki álitisvekjandi, tá hugsað verður um, at vit í næstum skulu hava nýggjan sáttmála við Súluna, sum er limur í FPU. Eg skilji ikki hesa framferðina, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Jóhanna á Bergi, Atlantic Airways