Les meir á BjørgDam.fo
Finn meg eisini á instagram & Facebook!

Fleiri tillagað størv hjá kommununi

2020-10-15 00:11

Kommunan skal bjóða hóskandi tal í av tillagaðum størvum og útbúgvingarmøguleikar til fólk við skerdum førleikum, ella sum av onkrari orsøk hava tørv á hjálp við at koma á arbeiðsmarknaðin.

Nú sitandi meiriluti í løgtinginum er í gongd við at gera umstøðurnar verri hjá fólkum í tillagaðum starvi, er tað enn týdningarmiklari at kommunan betrar um tilboðið, og orðar ein starvspolitik um tillagaði størv og starvsvenjing.  

Hetta kann gerast við at seta krav um at eitt hóskandi tal av fólkum skula verða í tillagaðum starvi hjá  kommununi sjálvari.

Vit gerast ein betri og ríkari kommuna, um vit syrgja fyri, at borgarar kunna hava eitt virðiligt, trygt og so langt arbeiðslív sum gjørligt. Tað hevur ikki einans sera stóran týdning fyri lívsgóðskuna hjá tí einstaka, men eisini hjá restina av familjuni.
Eg fari at tryggja fleiri tillagaði størv í kommununi, fái eg sæti í býráðnum.

BjørgDam.fo

Valevni á lista C