Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Flaggdagsrøða hjá Ingilín D. Strøm

2022-04-26 10:15

Flaggdagsrøða, sum Ingilín D. Strøm helt í Kvívík í dag.

Góðu áhoyrarar

Um kríggj var í Norðurlondum. Hvagar hevði tú so farið? Um bumburnar høvdu lagt størsta partin av Føroyum í oyði. Um húsini, tú og familjan búðu í, høvdu verið gatað ígjøgnum? Tú støkkur upp, hvørja ferð rakettirnar fara físandi avstað í tí fjara. Hvørja ferð tú sært eina ljósglæmu í sjónarringinum og ikki veitst, um rakettin hesa ferð hevur kós hagar, tú stendur. Tú støkkur upp, hvørja ferð ein brestur er. Hvussu nógvir av vinum tínum vórðu raktir hesa ferð?

Hesi orðini eigur danski rithøvundurin Jane Teller. Oddfríður Marni Rasmussen týddi.

Eg veit. Hetta er ikki hugaligasta byrjanin upp á eina flaggdagsrøðu. Vit halda, at tað er óbehagiligt bara at hoyra tað. At ímynda okkum tað.

Men fyri milliónir av menniskjum er hetta veruleikin beint nú.

***

”Eg skilji ikki, at Putin vil eiga eitt bumbað land.” Orðini eigur ein 8 ára gomul genta, sum hevur hoyrt tíðindini seinastu mánaðirnar. Og rætt hevur hon. Tekur Putin Ukraina, so fær hann eitt bumbað land. Eitt land, sum tekur árhundrað at byggja upp aftur.

Søgan hevur fyrr víst okkum, at har fólk eru rýmd undan kríggi, eru tey ikki komin aftur til tað, tey kendu. Tey venda kanska heim aftur, men mugu byrja alt av nýggjum. Bygningar og hús eru burtur, og náttúran løgd í oyði. Eisini grøðin, sum tey livdu av.

Gerandisdagurin er horvin.

Tað er ringt at ímynda sær, hvussu tað mann vera. Ja, í veruleikanum ómøguligt. Tað veit bara tann, sum hevur upplivað óttan. Óttan fyri at missa alt, sum tú kennir. Øll tey, tú kennir.

Tá korona herjaði fyri tveimum árum síðani, vóru mong okkara stúrin. Og mong okkara eisini óttafull. Hvussu fór hetta at merkja okkum? Gerandisdagurin, sum vit kendu, broyttist fullkomiliga frá degi til dags. Men tá eins og nú kendu nógv okkara okkum serliga trygg í Føroyum. Vit høvdu álit á hvørjum øðrum og á myndugleikunum.

Vit eru nú vend aftur til gerandisdagin, nakað soleiðis, sum vit kendu hann. Dagliga kýta vit okkum fyri at fáa arbeiði og familjulív at hanga saman, og samvitskan sigur okkum, at vit burdu gjørt meir. Arbeitt meira, verið meira saman við familjuni, vitjað fleiri fólk, gjørt meira sjálvboðið arbeiði.

Ja, mong okkara uppliva dagliga møði við arbeiði og børnum og kanska gomlum foreldrum. Men flestu okkara sleppa ígjøgnum gerandisdagin uttan at kenna ótta.

Áh, sum eg hevði ynskt tað fyri medmenniskju míni. Eisini í Ukraina, í miðeystri og aðrastaðni, har kríggj herjar. Og tað gleðir meg, at vit í politisku skipanini nú standa saman um at taka ímóti flóttafólki, tí soleiðis hevur ikki altíð verið. At vit kunnu bjóða øðrum ein gerandisdag hjá okkum.

Ofta gloyma vit at fagna gerandisdegnum. Vit leggja ikki merki til, at hann er har, fyrr enn hann knappliga ikki er har longur. Skaldið William Heinesen sigur soleiðis í skaldsøguni Tornið við heimsins enda:

"Hetta er tað hvønndagsliga, so lítilsvert tað enn kann tykjast, men eisini í øllum sínum veldi. Tað letst ikki duga at loysa nakra gátu heldur, eigur onki annað at bjóða uttan hetta góða og lagaliga lagið. Er einans ein stutt og vælsignað hvíld á hesi miklu og langrøkjutu ferðini ímóti ókendum og ørkymlandi leiðum. Hetta er onki at reypa av, tí hetta er bert tað vanliga, men øll vita um tað, vilja ikki sleppa tí og elska tað."

***

Í dag fagna vit føroyska gerandisdegnum. Føroyum og fólkinum her býr. Staðnum, har vit føla okkum heima. Og flagginum, sum umboðar alt hetta.

Tað at sleppa og at vilja flagga við tjóðarmerki sínum er ikki øllum menniskjum unt. Nógvastaðni í Týsklandi verða fólk lærd frá barnsbeini, at tey ikki skulu flagga við týska flagginum. Eisini tey, sum eru fødd langt eftir veraldarbardagan. Týska flaggið er dálkað. Tú sært ikki nógv týsk ferðafólk við týska flagginum á ryggsekkinum. Og framvegis tann dag í dag uppliva týskarar at verða møttir við knýttnevum, vísa teir flaggið fram. Hetta situr djúpt í mentan og samleika teirra.

Tað, at vit í Føroyum kunnu flagga errin við flagginum er ongin sjálvfylgja. Tað er forfedrum okkara at takka. Foreldrum okkara. Ommum og abbum okkara. Og undanfarnu politikarum okkara, sum hava stýrt landinum so væl.

Vit, sum búgva her í dag, hava samstundis skyldu til at uppføra okkum soleiðis, at framtíðar ættarlið eisini við stoltleika kunnu vísa Merkið fram í komandi árum.

Vit eru smá, og tað merkir, at vit eru serliga viðbrekin.

Í Føroyum hava vit eina flagglóg, sum skal tryggja, at Merkið ikki verður misbrúkt. Men sum føroyingar hava vit í veruleikanum eitt ósjónligt flagg á herðum okkara, hvar enn vit koma. Vit umboða landið og Merkið, allar staðir og alla tíð. Í Danmark síggja vit í løtuni, at danir biðja sviar um umbering vegna handlingar Rasmus Paludans. Eins og russar kring knøttin í dag biðja heimin um umbering – og helst í mong ár framyvir.

***

Flaggið bindur okkum saman sum land og fólk – upp á gott og ónt. Vit eru floksdjór og hava tørv á einum samleika og einum felagsskapi at hoyra til. Men við felagsskapinum fylgir eisini óttin fyri at vera uttanfyri. Og vandin fyri ekstremari tráðan eftir at ganga á odda. Kosta hvat tað kosta vil.

Har menniskju eru, eru kenslur. Og har menniskju eru, er makt.

Størsta orsøkin til, at børn byrja at happa, er óttin fyri at missa felagsskapin. Um vit ímynda okkum eina kliku av fimm børnum, so er tað altíð onkur, sum er innast í hitanum, og onkur, sum roynir at halda sær fast á uttasta lagnum. Hetta seinasta barnið er við, men ræðist at missa. Ótilvitað førir óttin til happing, og næst-uttasta barnið kroystir kanska onkran út í vónini um at sleppa longur inn í hitan. Men veruleikin er, at felagsskapurin og kærleikin er ikki avmarkaður. Meir vit geva, meir fáa vit aftur.

Eru vit tilvitað um vandan fyri happing, ber til at fyribyrgja tí. Eins og vit eisini kunnu fyribyrgja kríggi, um vit síggja vandatekinini og velja at standa saman um tað góða. Kenslan av at hoyra til eitt stað og eina mentan er góð og neyðug fyri okkum øll, men tjóðskaparkenslan má ongantíð blíva so sterk, at hon verður ein orsøk at hevja seg sjálvan og kúga onnur. Vit mugu til eina og hvørja tíð vera tilvitað um maktina, velja felagsskapin og verja fólkaræðið.

***

Góðu áhoyrarar

Tað gleðir meg, at vit kunnu savnast í Kvívík í dag. Spyrt tú meg, er Kvívík uttan iva ein av vakrastu bygdunum í Føroyum. Í prestagarðinum her blivu eg og maður mín vígd fyri 8 árum síðan ein vakran várdag. Og Føroyar eru eitt tað flottasta landið í heiminum.

Lítla bláa gongustjørna okkara líkist einum sonnum paradísi millum hinar lívleysu gongustjørnurnar á vetrarbreytini. Og suma vit longur út og síggja galaksu okkara millum allar hinar túsundtals galaksurnar í universinum, so eru vit so evarska, evarska lítil. At vita sær, at á hasi lítlu ófatiliga vøkru gongustjørnini, sum enn hevur rennandi fossar, fiskar í havinum, fuglar í bjørgunum og alskyns plantur og djór, har búgva menniskju, sum oyðileggja alt hetta fyri at flyta nøkur ósjónlig mørk. Fyri sjálvsøkni.

Gævi at vit kundu staðið saman. Og gævi at vit kundu staðið saman um at ansa eftir hvørjum øðrum og jørðini, vit búgva á.

Eg fari at enda við nøkrum linjum úr einum sangi hjá amerikonsku poppkvinnuni Pink, sum varð skrivaður, tá korona herjaði heimin. Tá, eins og nú, herjaði óttin í heiminum - men viljin til broyting, felagsskapin og vónin helt okkum uppi.

Balla meg í sólstrálum. Vaska mær í góðum døgum. Fortel mær, at jørðin altíð hevur snarað, og at alt verður gott. Úr fjarstøðu eru fjøllini bert smáir heyggjar. Villu blómurnar liva, meðan fjøllini standa still. Eg sakni gjárdagin. Men kanska er framtíðin enn betri.

Takk fyri og góðan flaggdag.

Ingilín D. Strøm