Fjølbroytni skapar framburð

2012-10-29 18:48

Tórshavnar Kommuna er sett saman av bygdum, býlingum og býi.  Hettar fjølbroytta bústaðarmunstur og hesin fjølbroytti liviháttur ríka kommununa.

Bygdirnar hava sín egna gerandisdag, sum í nógvum førum er heilt ymiskur um vit samanbera við gerandisdagin í miðbýnum - ikki tí felagsøki eru eisini.

Tað er umráðandi fyri bygdirnar at trivnaður er í hásæti, og at bygdarfólkið hevur hóskandi felagshús at hittast til bæði gaman og álvara.

Eitt sum eisini merkir borgarar á bygd er, at stórur dentur verður lagdur á at hava góðar skúlar og barnagarðar. Eisini er umráðandi, at bústaðir eru til taks fyri ein sámuligan prís, og hettar er eitt økið, sum má skipast á øðrvísi hátt.

Í dag eru ikki nøktandi karmar hjá ungum familjum at seta búgv í bygdunum kring Havnina, tí tað er alt ov kostnaðarmikið og trupult er eisini at fáa lán til byggingina.

Eitt annað eru vegaføringarnar sum ikki altíð eru tíðarhóskandi, og tí mangan til ampa fyri trygdina hjá borgarunum – og tá serliga børnunum.

Hettar er eitt álvarsmál, og má dentur leggjast áat fáa framt batar á hesum øki sum skjótast.

Ferðasambandið, har koyrt verður, er nógv útbygt við nýggju bussleiðini, men her eru eisini tillagingar, sum eiga at fremjast.

Tá hugsað verður um framtíðar ferðavinnu, hava bygdirnar kring Havnina eisini alstóran týdning. Tí júst í hesum bygdum finna vit tað, sum ferðafólk vilja hava –upplivingar og frið.

Her eiga vit at duga betur at siga søguna og fáa burtur úr bæði í vinnuliga og trivnaðarpartinum, ferðafólki og borgarum til frama

Eitt er vist - tað er stórt virði í bygdunum, sum eru partur av Tórshavnar Kommunu. Tað fjølbroytni, tú upplivir, er gott fyri okkum, og tað er í fjølbroyttum felagsskapi, at framburður er.

Andrea Heindriksdóttir, listi E