Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Fingrarnar burtur frá týdningarmesta føroyska stovni í Danmark

2012-10-09 15:24

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Hvat er tað fyri eitt samfelag, sum fyrst sendir síni ungu og álvarsliga sjúku av landinum og síðani niðurlagar og skerjir ráðgeving og hjálp til teirra við grundgevingini um, at tað er skeivt "at integrera føroyingar uttanlands"?

Mær lystir at vita, hvat ið lesandi og foreldur teirra hugsa.

Somuleiðis tey álvarsliga sjúku, ið verða send til Danmarkar í viðgerð.

Og øll hini, ið fáa fyrsta floks ráðgeving frá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark.

Helst eru tey vónbrotin og kedd, tí landsstýrið nú ætlar at spara og niðurlaga Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark.

Ósjónlig men virðismikil

Ráðgevingin er rættiliga ósjónlig fyri okkum føroyingar í Føroyum. Tað er ikki annað enn nátúrligt. Stovnurin er lítil - telur bert tvey starvsfólk - og so virkar hann uttan fyri landoddarnar.

Tí er tað ein løtt loysn hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum at spara hjá Ráðgevingini.

Fakta er, at Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark ger eitt ómetaliga virðismikið arbeiði fyri tey nógvu, ið leita sær til Danmarkar í lestrarørindum, sjúkraørindum, arbeiðsørindum ella av øðrum orsøkum.

Í samfull 28 ár hevur Ráðgevingin verið staðið, har ið føroyingar venda sær við alskyns spurningum og trupulleikum - alt frá skattaspurningum til tungar sosialar trupulleikar. Hvørja viku eru fólk frá Ráðgevingini eisini og hjálpa sjúklingum á Sjúklingahitellinum Tórshavn í Keypmannahavn.

Hesi mongu ár hevur Ráðgevingin bygt upp fremstu ekspertisu á hópin av økjum. Tað merkir, at stór sannlíkindi eru fyri at fáa góð ráð og hjálp, um tú vendir tær til Ráðgevingina, ið heldur til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Óseriøst og smáligt

Hesin ráðgevandi stovnur hjá føroyingum í Danmark man teljast millum bíligastu og effektivast riknu føroysku stovnarnar.

Sum eg havi skilt tað, er rakstarkostnaðurin á leið eina millión og 48.000 krónur árliga.

Í løtuni er stovnurin tó undirfíggjaður, tí landsstýrið fyri ári síðani var runt við plenuklipparanum og tók 100.000 krónur burtur av játtanini. Hesa játtan hevur sjálvsognarstovnurin klárað seg við í eitt ár, men bert tí at etið er burtur av eginpeninginum, ið nú er burtur.

Støðan er nú, at um landsstýrið ikki játtar stovninum tær á leið 100.000 krónurnar, so røkka pengarnir ikki, og stovnurin verður niðurlagaður.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, varðar av Ráðgevingini. Í Degi og viku herfyri royndi hon at "flyta apuna" og rokningina yvir í Mentamálaráðið og Heilsumálaráðið.

Eisini setti hon spurnartekin við virksemið hjá Ráðgevingini: "Er tað rætt at brúka so nógva orku uppá at integrera føroyingar uttanlands heldur enn at kanska fáa teir heimaftur?" var tann retoriski spurningurin.

Álvaratos, hvat er hetta fyri ein hugsanarháttur?

Hvat er tað fyri eitt samfelag, sum fyrst sendir síni ungu og álvarsliga sjúku av landinum og síðani niðurlagar og skerjir ráðgevingina og hjálpina, tey hava fyri neyðini, tí "tað er skeivt at integrera føroyingar uttanlands "?

At samanblanda integratión og proffessionella ráðgeving til ung og sjúk er óseriøst, og fíggjarliga klemman, man setur Ráðgevingina í, er tekin um smáligheit.

Finn pengarnar

Landsstýrið og landsstýriskvinnan í almannamálum hava eittans at gera - nevniliga at finna hasar 100.000 krónurnar, sum resta í hjá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark.

Ráðgevingin skal varðveitast, og øll, sum eru góð við og síggja stóra virðið í Ráðgevingini, mugu nú standa saman um hana.

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin