Fíggja Sandoyartunnilin við láni

2013-01-11 04:35

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, vil hava at vita frá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, um tað ber til at fíggja Sandoyartunnilin við láni, so farast kann undir arbeiðið beinan vegin.

 

Hon spyr eisini, um lánsgjaldið kann verða goldið aftur eftir íløguætlanini, har peningur er settur av til verkætlanini frá 2015 at rokna.

  

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vísir á, at eingin peningur er settur av til Sandoyartunnilin fyrr enn í 2015. Tá er ætlanin at brúka fimm milliónir kr. til forkanningar, og síðani økist játtanin til 2024.

 

Fólkatalið minkar

Sostatt ganga mong ár, til tunnilin verður liðugur, og samtundis minkar fólkatalið í Sandoynni við rúkandi ferð, sigur løgtingskvinnan fyri Fólkaflokkin í viðmerkingunum til fyrispurningin.

 

 - Føroyar eru eitt lítið land, og eiga vit, sum vald eru, at gera okkara til, at tað ikki verður minni, og at Sandoyggin minkar burtur í einki, sigur Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

 

Hin 18.desember í fjør varð samtykt at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður skal svara hesum fyrispurningi.


Elsebeth M. Gunnleygsdóttur