Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fíggindar Guds

2021-01-13 18:55

Kongarnir á jørđini taka støđu, og høvdingarnir leggja saman ráð móti HARRANUM og móti salvaða Hansara, [sigandi]:

"Latið okkum slíta grímur teirra og kasta tog teirra av okkum!" Sálm: (2 : 2-3, HMT)*

Fyri øll sonn trúgvandi kann eingin ivi vera um, at vit á okkara døgum liva í tí skriftarinnar tíđ sum kallast fyri, “hinar síđstu tíđir” eru komnar til (1. Kor. 10-11). Og sum í dag andaliga kunnu kallast hinir síđstu tímarnir, iđ vit finna okkum í.

Og sum dagsins tekstur lýsir fyri okkum, so er ein ógvusligur uppreistur ímóti øllum formum fyri sannleika og rættleika, men teksturin lýsir eisini støđuna um, hvar frá - tíverri - hesin uppreisturin ímóti Jesusi Kristi (Salvađa Hansara, Guds salvađi) einamest kemur frá. Ja, tú las rætt, hann kemur frá teimum ráđandi stættunum írokna kirkju- og samkomuleiđarunum v.m.! Dagurin í dag hevur opinberađ hetta fyri okkum. (ì hesum førinum kann ein dagur roknast fyri eitt ár, 2020, ikki tí, men persónliga havi eg sjálvur vitađ hetta í mong ár).

Seinastu umleiđ 30 árini hevur tađ líkasum regnađ niđur yvir okkum av óteljandi bíbliutýđingum/umsetingum, men felags fyri tær flestu er, at hesi týđingar- og umsetingarverk eru so illa umgingin, at tær á ongan hátt kunnu kallast Guds orđ. Eitt óvandaverk, burturkast, fras, rusk, skrambul, órusl, drasl og tađ sum verri er. Lunnarnir fyri hesum óskili vóru lagdir í 1970’unum, men skal eg ikki koma nærri inn á hetta her. Men dagsskráin (agendain) er fastløgd: ”Guds orđ skal beinast burtur úr samfelagnum!” Og tey sum ganga á odda fyri hesum, eru tær kreftirnar sum stýra bíbliufeløgunum.

Bíbliufelagiđ UBS (Unted Bible Society), sum tađ føroyska og danska bíbliufelagiđ eru limir í, varđ upprunaliga stovna í 1946 av katólskum protestantum. Rómversk-Katólska kirkjan gekk viđ til at innføra hendan nýggja grikska tekstin sum allar framtíđar bíbliutýđingar skuldu byggjast á, men ein skal minnast til, at hetta ikki er talan um tí ektađu vøruna tvs. Hebrew Massoretic Text og Textus Receptus, men ”skeiva tekstin” tvs. at brúka tey tvey gomlu handritini Sinaiticus og Vaticanus vegna allýsingini av tí sokallađa nýggja ”falska” grikska grundtekstinum. Bæđi hesi handritini Sinaiticus og Vaticanus koma altso frá Alexandria í Egyptalandi, iđ var víđagitiđ fyri sín heiđinskap og gudloysi. Og um ein líkar hetta ella ei, so er fólkakirkjan ein avleggari av tí Rómversk-Katólsku kirkjuni, tvs. ein av hennara døtrum. Eitt tađ feskasta prógviđ fyri hesum er, at í 1960’unum bílegđi vatikanráđiđ eina gjøgnumgongd av kirkjunnar ritualreglugerđ. Eina tílíka ritualbók hjá fólkakirkjuni í Føroyum hevur løgmađur fyri stuttum løggilda og sum harviđ avdúkar, at í veruleikanum er fólkakirkjan og staturin undirlagt tí rómversk-katólsku kirkjuna viđ tess pávaveldi og vatikani sum veruligt yvirhøvd. Einki av øllum hesum hevur nakađ sum helst viđ Jesus Kristus, Son Guds og tess evangelisku trúgv at gera. Absolut einki!

Harviđ hava pávaveldiskreftirnar drigiđ fram aftur grundtekstir sum vóru kasserađir fyri umleiđ 1500 árum síđani. Hesin skeivi teksturin varđ innførdur av álvara aftur í 1970’unum. Men pávin stillađi eina avgjørda treyt til UBS fyri at góđtaka sokallađa nýggja falska grundtekstin sum gekk út uppá, at sameindu bíbliufeløgini UBS tóku burtur forbođiđ um at taka apokryfisku bøkurnar viđ í bíbliuna. Sameindu bíbliufeløgini UBS samtyktu kraviđ frá pávanum. Orsøkin er tann, at mangar lærur katólsku kirkjunnar eru bygdar á tær apokryfisku skriftirnar, m.a. læran um gjald fyri syndanna fyrigeving, tey sokallađu avlátsbrøvini og sum júst Luther fanst harđligani at, men sum nú m.a. fólkakirkjan hevur uppgiviđ at verja fyri. Harviđ kann avlesast, at rómversk-katólska kirkjan viđ tíđini hevur vunniđ á protestantunum iđ tíverri hava slaka yvir fyri rómversk-katólsku kirkjuni. Avlátsbrøvini vóru ein risastór inntøkukelda fyri rómversk-katólsku kirkjuna (og er tađ helst enn) og sum nevnt, so finst grundarlagiđ fyri hesi læru teirra í apokryfisku skriftunum.

Men tær týđingar og umsetingar eldru generatiónirnar eru uppvaksnar viđ, hava somu skeivu keldur sum grundarlag, men tær nýggjastu eru so vorđnar uppaftur nógv verri. Eitt dømi úr nýggjastu týđingunum vegna Fađir Vár bønini: ”Pápi í himli, lat øll skilja at tú er Gud. Lat ríkiđ Títt verđa veruleika, og lat alt verđa, sum tú vilt …….” Og trúgv mær, at umsetingarnar eru nógv verri enn hetta dømiđ.

Vegna tær bíbliutýđingar vit kenna til í dag, so kann eg kvøkka øll áhugađi viđ sannbæriliga at siga, at tær bíbliutýđingar/umsetingar sum verđa brúktar í kirkju- og samkomuhøpi í dag, at í hesum bíblium finst ikki ein tann einasta síđa, sum IKKI inniheldur týđingar- og umsetingarfeilir. Ì nógvum førum eru orđ Guds burturbeind. Aftursvar Guds til hesi gudleysu átøk samfelagsins, er andaligt fráfall. Skriva stendur um Samson, at hann vitsti ikki av, at Gud var vikin frá honum. Men hann trúđi allíkavæl, at Gud var viđ honum, men so var ikki. (Dóm. 16:20).

Eg skal taka eina síđu í bíbliuni og avdúka 3 álvarsamar feilir á bert tí einu síđuni. Talan er um Kolossebræviđ kapitul 1. Orđini í klombrum eru tey orđini sum mangla í flest øllum bíblium á okkara breiddarstigum.

1). Til hinar heiløgu og trúgvandi brøður í Kristusi í Kolosse. Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara [og Harranum Jesusi Kristi]. (Kol. 1:2). TR**

2). Reiv okkum frá valdi myrkursins og flutti okkum inn í [konga]ríki elskaða Sonar Síns. (Kol. 1:13). TR**

3). Ì hvørjum vit hava fult loysigjald [gjøgnum blóđ Hansara], fyrigeving fyri syndirnar. (Kol. 1:14). TR**

Her skal ein eisini hava í huga, at hesar atsøknir ímóti salvaða Hansara, hava longu funniđ stađ áđrenn vit vóru fødd, men tær halda áfram nú međan vit eru vitni til hetta, sum nú liva. Men hvussu er, hyggja fólk bara beint upp í loft og siga: ”Deiligt veđur í dag!”?

Men bara á hesi einu síđuni verđur hetta avdúka: ”Harrin Jesus Kristus, kongur og blóđ Hansara” eru skrædd burturúr tí einu síđuni. Tvs., Hann sum alt handlar um, heimsins frelsari, er skræddur burturúr tekstsamanhanginum. Heródes kongur vildi heldur ikki, at nakar annar skuldi vera kongur enn hann, og tí royndi hann at drepa Jesus sum barn. Hesar kreftir sum fremja slíkt, vilja heldur ikki hava Jesus sum harra og kong, og tí royna hesar kreftir at beina fyri orđum Jesu Krists.

Summi koma viđ umberingum og siga, at hetta er ikki so farligt, tí tađ stendur onkra ađrastađni í bíbliuni. Men tær sonnu skriftirnar ávara strangliga ímóti slíkum. Fyrst hava vit hesa ávaringina: ”Tit mugu einki leggja aftrat orđinum, ið eg gevi tykkum, ei heldur taka nakað burturav, nei, tit skulu halda boð HARRANS Guds tykkara, sum eg gevi tykkum! (5. Mós. 4:2 HMT*).

Næsta ávaringin: ”Legg einki aftrat orði Hansara, so at ikki Hann revsar teg, og tú verđur funnin sum ein lygnari! (Orđt.: 30 : 6 HMT*).

Og so koma vit til tí 3. ávaringina og sum eisini hesir kongar og høvdingar hava pilkađ viđ: ”Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir profetorðini í hesi bók: Leggur nakar nakað aftrat hesum, skal Gud leggja á hann plágurnar, sum skrivað er um í hesi bók. Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetabók, skal Gud ”taka lut hansara burtur frá træi lívsins” og úr hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók.” (Opinb.: 22 : 18 - 19,  V. Danielsen).

J. Dahl týddi soleiđis: ”Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetadómsbók, tá skal Guð ”taka lut hansara burtur frá lívsins træi” og frá hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók.” (Opinb.: 22 : 18 - 19  J. Dahl).

Og hvat hava vit so her? Jú, í Opinberingsbókini er Lívsins Bók skift út viđ einum træi? Sanni teksturin >Textus Receptus< sigur: ”……. skal Gud taka burtur lut hansara úr lívsins bók …….” (Opinb. 22:19) TR**

Men her hava hesir kongar og høvdingar tikiđ Lívsins Bók burtur úr teimum heiløgu skriftunum.

Niđurstøđan: ”Hesir kongar og høvdingar hava tikiđ burtur Fađirin, Sonin og Lívsins Bók úr teimum heiløgu skriftunum í hesum samanhanginum.” Hvussu kann eg siga so? Jú, tí at skriftirnar sjálvar avdúka antikrists anda: ”Hvør er lygnarin, uttan tann, ið noktar, at Jesus er Kristus! Hesin er Antikristus - hann, ið avnoktar Faðirin og Sonin. Hvør tann, ið avnoktar Sonin, hevur heldur ikki Faðirin; tann, ið játtar Sonin, hevur eisini Faðirin.” (1. Jóh. 2 : 22-23).

Hvørjar eru so kreftirnar sum ganga á odda fyri slíkum brotsverkum? Bíbliufelagiđ UBS (Unted Bible Society), sum tađ føroyska og danska bíbliufelagiđ eru limir í, arbeiđa fyri hesum óndu verkum og lýđa harrabođ frá teimum, sum ráđa yvir hesum bíbliufeløgum. Føroyska Bíbliufelagiđ er bundiđ av at fylgja leistinum frá danska bíbliufelagnum. Ì Føroyum er bispur forseti í føroyska bíbliufelagnum. Og X-bispur gongur á odda viđ nýggjari skrambultýđing og sum Føroyska Bíbliufelagiđ rópar neyđarróp vegna mangul uppá pening, og roynir at lokka tey óvitandi kristnu til at stuđla hesum djevulska brotsverki, sum oddafiskar innan hendan falska kristindómin royna at draga ađrar ófestar sálir viđ sær niđur í heljardýpiđ. Og siga tey sjálvi, at hetta hastar!?

Hvør er orsøkin til, at hesar kreftir virka á henda háttin? Innleiđandi skriftorđiđ gevur svariđ: "Latið okkum slíta grímur teirra og kasta tog teirra av okkum!" Grímur og tog eru bíbilsk úttrykk fyri tukt, men er eisini ambođ brúkt til at stýra hestum og oksum v.m. á einum arbeiđandi akuri, tvs., at tann, sum heldur í togbondini, er jú tann sum ræđur og stýrir tingunum. Vit kenna jú frelsandi kristnijáttanina: ”Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.” (Róm. 10:9).

Men hesar grímur og hesi tog Jesu Krists, vilja hesir kongar og høvdingar ikki vita av. Teir vilja ikki hava nakran harra yvir sær, men vilja verđa harrar sjálvir yvir øđrum. Men tađ hesi ikki hava tikiđ viđ í sítt roknistykkiđ er, at um hesi ikki vilja hava Jesus Kristus sum harra, so hava tey longu valt Antikrist sum sín harra. Har finst eingin triđji møguleiki.

Og mong onnur óhugnalig ting og sakir hava hesir kongar og høvdingar framt, m.a. hava teir tikiđ morgunstjørnuna frá Jesusi Kristi og giviđ hana til djevulin og satan, Jesu kristi mótstøđumann. (Esaias 14:12).

Men her havi eg so víst á 5 stórar grovar feilir í hesum skrivi, og kenni eg til minst 5000 ađrar grovar feilir, sum flestu kirkjur- og samkomur brúka á okkara breiddarstigum.

Men eitt havi eg so lagt til merkis, og tađ er, at djevulsins evangelium Covid19, hava fólk flest ongar trupulleikar viđ at trúgva uppá. Sær út til, at hetta evangelium glíđur sera væl niđur hjá teimum flestu og nýtist einki hjá teimum at skola hetta niđur viđ. Sum tá tey ungu drekka Bacardi Breezer eller Smirnoff Ice. Tađ glíđur so sera væl niđur um hjá fólki, men hit sanna orđ Guds, nei, tá vil einki bera til brádliga!

Angriđ tí og umvendiđ tykkum frá hesum óndu verkum tykkara, tit sokallađu kongar og høvdingar. Um ikki, so gangi eg út frá at tit vita, hvør endastøđ tykkara er!

”Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds.” (1. Kor. 1:18).

”Tí vit eru góði angi Kristusar fyri Gudi - millum teirra sum frelst verða, og millum teirra, sum fortapast.” (2. Kor. 2:15).

”Hesum, sum snáva, av tí at tey trúgva ikki orðinum - til tað vóru tey eisini ætlað.” (1. Pæt. 2:8).

Sum trúgvandi og billa sær sjálvum inn, at ein ikki fer fortapt viđ at fremja slíkar gerđir tilætla, er dárskapur. Hvussu var tađ nú Jákup vitnađi? Jú: ”Ella halda tit skriftina tala fáfongt? …….” (Jákup 4:5).

Tí hetta er ikki tómt orð, sum ikki kemur tykkum við - nei, hetta er lív tykkara, og við hesum orði skulu tit liva leingi í landinum, sum tit nú fara inn í og skulu taka í ogn, táið tit eru farin um Jordan!" (5. Mós. 32:47).

Orđ Guds eru andi og eru lív, og hetta er orsøkin til hví fíggindin ynskir at beina lívsins orđ av vegnum, og nú vita fólk so hvørjar kreftirnar eru sum ynskja at beina hesi lívssælu orđ Guds av vegnum.

Tað er Andin, sum ger livandi, holdið er ikki til nakað gagn; orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív. (Jóh. 6:63).

Men teimum líkar tey ikki. (Jesu orđ). Tey gera alt fyri at beina Guds orđ av vegnum!

À døgum Jesusar róptu tey eisini ”Burtur viđ Honum (Sannleikanum) og gev okkum Barabbas (ránsmannin og drápsmannin) leysan. (Luk. 23:18).

Og hetta er hvat sokallađir kirkju- og samkomuhøvdingar ganga á odda fyri í dag. Allir samlir uttan undantak.

Sum heidningaápostulin tók til orđanna: ”Er tá enn evangelium okkara fjalt, so er tað teimum, ið fortapast, tað er fjalt - har sum gudurin hjá hesum heimi hevur blindað hugsanir hinna vantrúgvandi, fyri at ljósið frá evangeliinum um dýrd Kristusar, Hansara, sum er mynd Guds, skal ikki skína fyri teimum.” (2. Kor. 4 : 3-4).

Tí kunnu tílíkar kreftir einans vera vantrúgvandi og ongantíđ vorđin nýskapt í Kristusi, hvarí frumbornin er vorđin burturkveistrađur til tess, at Andi Kristusar kundi tikiđ búgv í teimum. Eingin sannur trúgvandi hevđi torađ at framt slík brotsverk ímóti skapara himins og jarđar.

”Tí mong liva - eg havi sagt tykkum tað mangan, og eg sigi tað aftur nú, og við tárum - sum fíggindar kross Kristusar; endi teirra er undirgangur, búkurin er gudur teirra, tey seta heiður sín í skomm sína, og tey tráa eftir tí, sum á jørðini er.” (Filip 3 : 18-19). 

 

Símun A. Klein

 

*HMT = Hebrew Massoretic Text

**TR = Textus Receptus