Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ferðavinnan

2019-08-07 08:02

Alt var betur fyrr, verður ofta tikið til. Tað var friðarligt, vit høvdu eingin ferðafólk, ja landið var snøgt sagt okkara. Soleiðis hugsa nógv, nú ferðafólk í hópatali koma til oyggjarnar. Og tað er sjálvandi til at skilja. Broytingarnar hava verið ógvusligar, og torført er ofta at venja seg við tílíkar broytingar.

Hóast tónin um ferðafólk ikki altíð er líka jaligur, eru skotsmálini frá ferðafólki sum heild jalig. Eitt, ið ferðafólkini ofta nevna, er gestablídni hjá føroyingum. Og soleiðis hevur eisini altíð verið. Í sanginum, “Eg minnist úr gomlum søgum” hjá Rasmusi Effersøe, yrkir hann m.a. soleiðis:

Tá stongd var ei bóndans stova,
um ókunnugt fólk kom á leið,
men rómastampur úr kova
og válgarin spardist ei.

Tað hevur sjálvandi týdning, at vit eru gestablíð, og at tey fáa eina góða uppliving av landinum. Men tað vil ikki siga, at tey skulu fáa alt fyri einki. Vit avgera sjálvandi ikki, hvørji ferðafólk koma at vitja okkara land. Men eiga at tryggja, at tey sum koma, leggja pengar eftir seg.

Hetta kann gerast við at hækka ferðagjaldið á flogferðaseðlum fyri ferðafólk munandi. Tað er ikki rímiligt, at føroyingar skulu gjalda eins nógv sum útlensku gestirnir. Hækkaða ferðagjaldið gevur ikki bara øktar inntøkur, men hevur eisini við sær, at vit fáa ferðafólk til Føroyar, ið leggja pengar eftir seg.

Í løtuni gjalda ikki øll ferðagjald. Hetta skal broytast. Tey mongu, ið koma til Føroyar sjóvegis, eiga eisini at gjalda. Tey eru ein stórur partur av ferðavinnuni, men tíverri vísir tað seg, at tey leggja lutfalsliga sera lítið av pengum eftir seg.

Vit eiga eisini at verða betur til at taka hóskandi gjald frá ferðafólkunum, tá tey brúka almennar tænastur. Tað er ikki rímiligt, at eitt ferðafólk kann ferðast sjóvegis millum oyggjarnar fyri 40 kr., ella fara ein túr við tyrluni, frá flogvøllinum til Tórshavnar fyri 215 kr. Vit mugu hækka prísirnar fyri ferðafólk. Og eg ivist ikki í, at tey gjalda gleðiliga.

Stóri ferðafólkastreymurin til Føroyar seinastu árini, hevur havt við sær, at fleiri hava sæð sær møguleika at vinna pening. Nýggjastu tølini vísa, at ferðavinnan skapar 643 ársverk. Tíverri eru vit ikki altíð so dugnalig at gleðast, tá tað gongur øðrum væl við vinnuligum virksemi. Heldur leggja vit dent á tað, ið ikki er gott við hugskotinum. Tað vil so verða, tá vinnan er ung, at øll hugskot ikki eru fult ment. Tað er sum við øllum øðrum vinnum. Vinnan skal nokk finna bestu hugskotini við tíðini.

Ferðavinnan er komin fyri at verða. Endamálið má verða, at vit fáa eina so góða ferðavinnu sum gjørligt. Sjálvt um vit ikki altíð eru samd, hevur tað týdning, at ymisku áhugabólkarnir kjakast siðliga, og royna at finna semjur. Eg bjóði meg fram, til at finna semjur.

Rógvi Egilstoft Nielsen
Valevni fyri Fólkaflokkin