Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ferðaleiðarar missa arbeiði og inntøkugrundarlag

2020-03-18 15:13

Ferðavinnan er í eini niðurbræðing av Korona farsóttini, sum ger um seg kring allan heimin.

Eisini her í Føroyum steðgar ferðavinnan at kalla upp, og nú senda stóru gistingarhúsini, matstovurnar og flogfeløgini nógv starvsfólk til hús, tí eingir gestir eru.

Nógv fokus er á, hvørja ávirkan Korona sóttin hevur á stóru arbeiðsplássini í ferðavinnuni, sum hava fleiri hundrað starvsfólk. Hinvegin hevur at kallað einki verið gjørt burturúr smærru aktørunum í ferðavinnuni ella teimum fleiri hundrað, sum hvør í sínum lagi, sum sjálvstøðug vinnurekandi missa arbeiði, ikki bara her í vár, men allarhelst alt summarið.

Ein meting er, at eini hálvtannað hundrað til tvey hundrað fólk í Føroyum virka sum ferðaleiðarar.

Meginparturin av ferðaleiðingini er um summarið, og nógv hava ferðaleiðing sum eitt ískoyti til annað starv, tí enn er torført at hava ferðaleiðing sum fulltíðar starv. Hesi seinnu árini hava kortini fleiri og fleiri satsa uppá ferðaleiðarayrkið, og fáa nú sína fullu inntøku ella sína høvuðsinntøku frá ferðaleiðing.

Øll hesi hundratals virka sum einstaklingar og hava ikki nakran fastan arbeiðsgevara. Tey eru tí heldur ikki serliga sjónlig og hava torført at gera vart við støðuna, sum er íkomin hesar seinastu vikurnar.

Tað er longu nú greitt, at allir ferðaleiðararnir verða ávirkaðir av øllum avlýsingunum, sum koma inn í hesum døgum. Enn er ikki heilt greitt, hvussu umfatandi ávirkanin verður, men roknast kann við, at summi longu hava mist stóran part av bíleggingunum fyri summarið. Ferðaleiðararnir skulu vinna sína inntøku um summarið, og tað er tí ein dyggur smeitur fyri tey, at missa stóran part av sínum inntøkugrundarlagi.

Føroya Ferðaleiðarafelag vil tí heita á landsins myndugleikar um at hava ferðaleiðarayrkið og ferðaleiðararnar í huga, nú Føroya Løgting ferð at viðgera broytingar í ALS, sjúkradagpeningalógini, samtykkja hjálparpakkar fyri vinnu og starvsfólk í privatu vinnuni.

Nevndin
Føroya Ferðaleiðarafelag