Felags rehabiliteringsdepil fyri land og kommunur
2021-04-19 19:42
Fríggjadagin lat nýggi demensdepilin upp á Tjarnargarði í
Havn. Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu hevur man savnað øll tilboð á einum stað
til fólk, ið eru og verða rakt av demenssjúku. À demensdeplinum verða 10
búpláss, 7 umlættingarpláss, dagtilboð, kvøldtilboð, ergoterapi og fysioterapi
umframt ráðgeving til demens rakt um teirra sjúku og ráðgeving til avvarðandi. Vit
ynsktu í undanfarnu býráðssamgongu at
savna tilboðini heldur enn at spjaða tey, tí ein sannroynd er, at fyri tann
sjúka er tað ein størri tryggleiki at vera knýtt/knýttur at einum staði, heldur
enn at skula flyta runt ímillum stovnar, so hvørt sum sjúkan versnar. Tað skal
vera mín vón, at hesin depil verður teimum demensraktu og teirra avvarðandi at
gagni, og at hann kann verða fyrimynd fyri, hvussu vit skipa demensøki í
framtíðini.
Umframt demensdepilin letur eisini spildur nýggjur
umlættingar- og rehabiliteringsdepilin upp ein av komandi døgunum. Hetta var eitt
av hjartamálunum hjá okkum í undanfarnu býráðssamgongu at seta inn við
rehabilitering til okkara eldru, so tey betur kunnu meistra gerandisdagin á
ellisdøgum og í øðrum lagi at geva okkara eldru borgarum uppafturvenjing, eftir
at sjúka hevur rakt. À umlættingar og rehabiliteringsdeplinum verða tað áleið
150 eldri borgarar, ið árliga kunnu fáa rehabilitering og umlætting.
Halda áfram við gongdini
Um dagarnar hevur nógv kjak verið um, at borgarar ikki fáa
eina samanhangandi tænastu og tilboð frá tí almenna tá tað kemur til eitt nú
rehabilitering. Kjakið er sprottið úr
dokumentarsendingini, “Meira enn bara at vera til”, sum fylgdi manni, ið var
raktur av heilaskaða og familju hansara.
Tá heilaskaði rakar er tað sera umráðandi við
uppafturvenjing, ikki bara til at byrja við, men alla tíðina. Rehabiliteringin
í Føroyum liggur á 3 geirum, í heilsuverkinum, í almannaverkinum og hjá
kommununum, sum hava ábyrgd av borgarum yvir 67 ár.
Tí eiga vit at skipa soleiðis fyri millum land og kommunur,
at tilboð og tænastur verða savnaðar undir einum taki. Hóast ábyrgdin í lógarverkinum liggur undir ymsum aðalráðum og kommunum, so ber væl
til í góðum samstarvi at savna tilboðini og tænasturnar á einum staðið,
soleiðis at borgarar ikki detta niðurímillum skipanir og lógarverk.
Tørvurin á rehabilitering í Føroyum er ovurhonds stórur, og
tí eiga vit beinanvegin at fara undir at byggja ein felags rehabiliteringsdepil, har land og kommunu eru felags um byggikostaðin og
at fíggja rakstarútreiðslurnar við tí endamáli, at borgarin fær eina
heildartænastu. Skjótur innsatsur er
avgerðandi fyri rehabiliteringsgongdina og
gerandis rehabiliteringin gevur hinum einstaka lívsgóðsku og førleikar
at endurvinna arbeiðsførleikar ella í øðrum lagi at meistra gerandisdagin.
Hetta gevur lívsgóðsku fyri tann einstaka og fyri landið er tað fíggjarliga
skynsamt.
Annika Olsen, Fólkaflokkurin