Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fegnist allar mammur!

2022-05-10 10:37
Tit skuldu feirast mammudagin. Og tað gjørdu óiva nógvar mammur eisini. Men tað hevur nokk verið undarligt, sum mamma, at lesa lesarabræv á portalum mammudagin. Eitt lesarabræv, sum enn einaferð skal hálova fosturtøkum av smábørnum. Hvat er tað ikki ein stór andsøgn, at sjálvan mammudagin, har sum mammur kundu verið fagnaðar, skuldi fokusi vera á tær sum ikki ynsktu mammu tittulin.

Lesarabrævi, sum skuldi ímynda seg at vera ein heilsan, til mammur á mammudegnum. Men ístaðin fyri, at tað snúði sum um mammuna, so var sum ikki einaferð, kvinnan og hennara rættur til egnan kropp í fokus. Hennara, og bara hennara kropp. Tað sum tó ongantíð verður tikið uppá tunguna hjá fosturtøku forsprákarum er, hvar er rætturin hjá barninum, sum mamman ber undir belti. Hvar er rætturin hjá pápanum? Barnið sleppur ikki at velja sjálvt, tí mamman og pápin er sett, sum verjar fyri hetta góða barn. 

Tað skuldi verið sjálvsagt, at mamman og pápin vardu við lív og sál hetta barn. Men í staðin, so blívur tað tosa um hetta barnið, sum um tað bara var ein tvøva, sum skuldi kastast í skrell. Álvaratos, hvar er kærleikin til børnini farin?? Trongdin, sum alt fleiri kvinnur hava, til at ofra barnahjarta, til egnan egoistiskan tørv. Tí nú brádliga passar ikki gravidteturin inn, tí “ ohh eg skuldi ikki hava fleiri, tí eg skuldi undir útbúgving” ella “hetta var ikki planurin, tí eg havi nokk vil 3 børnum”… ella mínar umstøður passa inn til eitt afturat, ti maðurin er alkoholikari, stoffmisnýtari ella hvat tað so er. 

Ja onkuntíð kunnu lívsins umstøður kennast trongar, og onkuntíð ómøguligar. Men tær eru ikki ómøguligar, tað kemur ann uppá, hvørjum brillum tú hyggur við. Hvar títt fokus er, tá tú rennur teg í múrin. Men hví ikki VELJA at geva barninum ein lívsmøguleika. VELJA at geva elskaða barninum, sama møguleika, sum tú fekst. Nemliga lívið! Tað eru fleiri í føroyum, sum ynskja sær børn, sum tú kanst lata barnið til.

Mammudagurin er ein heiðran til mammurnar. Tá tær frá byrjan merktu lív í móðirlívinum, gjørdu tær sær nógvar tankar, dreymar ella eisini onkrar stúranir fyri børnunum. Mammurnar, sum elskaðu tey treytaleyst, góvu teimum allan kærleikan, vóru uppi nógvar nætur fyrstu árini, skiftu børnunum, góvu teimum alla umsorgan, sum tær vóru førar fyri. Ongin mamma er perfekt, tað vanti eg allar kunnu játta seg sekar í. Ongin veit alt og ger alt rætt, heldur ikki mammur. Men tað er heldur ikki tað, sum børnini hyggja eftir. Tey vilja bert hava kærleikan og umsorgan frá foreldrunum.

Møguliga eru ymiskar kenslur komnar fram, tá tú sum mamma, fanst útav at tú var við barn. Summar stórgleddust, summar høvdu tørv á at lata tað sodna. Ja ymiskt er hvussu vit uppliva støðuna. Men eg trúgvi veruliga, at tað er ein grund fyri, at vit mammur skulu ganga í 9 mnd. við barninum. Ein long fyrireikingartíð, eisini kensluliga. Men júst fyri tær mammur, sum ikki høvdu í huganum, at fáa eitt barn ella enn eitt barn afturat, er henda tíðin sera neyðug og týðandi. Tí hóast tú ella tit ikki høvdu hesar ætlanir akkurát nú, og tínar/tykkara kenslur kunnu vera negativar. So merkir tað ikki, at tær kenslurnar ikki kunnu broytast til at vera positivar og til at gleðast um barnið sum kemur. Tí tað er nógv foreldur, sum hava uppliva at fáa fleiri børn enn tær høvdu í huganum. Men at kalla tað frælsistøka frá mammuni, tí hon ikki sleppur at taka lívið av einum barnið, sum er innan í sær sjálvari, er bara undanførðsla. Undanførðsla fyri tí avgerð, sum viðkomandi tekur í fosturtøkuni. 

Eitt óynskt barn, kann aldrin vera = frælsistøka frá mammuni. Óskiljandi, at man torir at tosa um grundleggjandi mannarættindir, og samstundir gera alt, fyri at fjerna mannarættindini hjá barninum. Barnið hevur eins nógv virðið, sum mamman og pápin, hvørki minni ella meira. Mammu tittulin er ein sonn gáva. Hvørt barn, tú fært litið upp í hendurnar, er serstakt. At verja børnini, bæði í móðirlívið og eftir føðing, er ein sonn uppgáva, sum øll foreldur eiga at taka í størsta álvara.

Lat okkum mammur fegnast, at okkum var givið so dýrabærar gávur í hendur. Smábarnahjarta, sum altíð fer at fylgja okkum. Frá smáum fetum, til ungar tannáringar ella tilkomin børn, tey blíva við at vera okkara børn, so leingi vit liva. Lat okkum køva henda kalda og niðurgerandi andan, sum alsamt royndir at kúga børnini og foreldrini, við vrangvørgari hugsanum, um hvørt tað er okkum givið at taka lív ella ikki. Langt ífrá!! Gev øllum børnum rættin til lív. Gev børnunum loyvi, at uppliva, at hava eina mammu og ein pápa, sum elskar tey og leiðir tey framá í Gudgivna lívinum.

Best ynskir við størstu mammu- og pápa gávuni.

Heidi Magnusdóttir Johansen