Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Farvæl til kraklingin og øðuna

2021-04-24 18:43

 

Besti fiskur okkara, seiðurin, er flestum kunnugt ikki mannaføði meira. Kanska tann søguliga mest tídningarmikli fiskurin, ið hevur hægst innihald av D-vitaminum sammet við allan annan fisk. Og nú kom so túrurin til kræklingin og øðuna, sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í tíðindum í dag í blaðnum Vikuskifti.
Sagt verður frá, at vandi er fyri, at tað ikki longur verður møguligt at fáa krækling og øðu á føroyskum matstovum. At tað heldur ikki verður møguligt at fáa sær slíkan leskiligan bita við hús, má tí verða eins væl galdandi sum á matstovunum.

Heilsufrøðiliga Starsvsstovan sigur frá at fólk hava fingið leyst lív (skræpuna) eftir at hava fingið skeljadjór á matstovu. Og stendur illa til og meira álvarsom eitring er av skeljadjórunum, kunnu fólk gerast lamin og missa vitið, enntá við deyða, um illa vil til.

Meira áhugavert er so at lesa hvør orsøkin er til eitrandi krækling og øðu. Her sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, at "fyrsta treytin er, at sjógvurin ikki er dálkaður, har skeljarnar verða tiknar, tað verði seg frá kloakkum, vinniligum virksemi ella taðing frá landbúnaðinum".Og víðari verður sagt: "er ein uppblóming av ávísum algum, gerast tær eitrandi fyri fólk at eta."
Ovurtaðingin stavar ikki frá vanligum kloakkum, vinnuligum virksemi á landi ella frá landbúnaðinum, men frá alivinnuni, ið letur úr í firðir og sund ovurstórar nøgdir av køvievni og fosfori fra fóðurspilli og skarni. Just føðsluevni í størum nøgdum, ið geva uppblóman av algum, ið gerast eitrandi fyri krakling og skeljadjór.
Umroknað frá norskari alivinnu er útlátið av lívrunnum tilfari og føðsluevnum her í landinum umleið 25.000 tons um árið. Onnur 2.000 tons av køvievni (nitrogen) og umleið 500 tons av fosfori. Vit hava ikki djúpar firðir sum í Noreg, men grunnar firðir, ið so at siga allir hava ein gáttarmunna, ið forðar útskifting og reinskan av firðunum. Onnur dálking frá kopari frá alinótum og ikki minni heiluvági og fleiri tonsum av antibakteriellum evnum, mikroplasti o.ø. ger ikki umhvørvisstøða betur, tvørturímóti.
Tá eitrandi vøkstur stendst frá plantuplankton, ið er føðin hjá skeljadjórum, er tað tí nøgdin er blivin stór. Men at Heilsufrøðiliga roynir at skúgva sær undan verunligu orsøkini til eitrandi alguvøkstur við at vísa til kloakkfrárensl, vinnuligt virksemið og landbúnað, ið annars hava rættuliga gott tamarhald á sínum viðurskiftum, og ikki nevnir alivinnuna, ið er just tann vinnan sum er megin orsøk til ovurtæðing í firðir og sund, kann álvarslig ábreiðsla gevast stovninum, ið skal geva óhefta og eftirfarandi kunning. Hetta er heilt einfalt ov vánaligt frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og ikki minni frá copy-paste journalistum á Viksuskifti ella fyri tann saks skuld okkara sera jánkasligu miðlum, at eingin torir ella megnar at siga sannleikan, at mest dálkandi og eitrandi vinnan fyri fyrðir og sund er alivinnan, og eingin annar. Kanska onkur kann heingja jaglaðu "burðardyggu" alivinnuna uppá at vit nú mistu einastandandi kræklingin og øðuna.


Kári Thomsen