Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Bústaður: Heygsvegur 22
490 Strendur

Limur í Norðurlandaráðnum

Limur í uttanlandsnevndini

Tlf. 749048

Teldupostur: helgia@logting.fo

Heimasíða: www.helgi.org

Fara at virka fyri at føroyingar kunnu fáa danskt CPR-nummar

2019-08-11 17:57

Í hesum døgum flytur nógvur føroyskur ungdómur av landinum í lestrarørindum. Tey flestu fara til Danmarkar.

Ein trupulleiki sum nógv renna seg í, er at tey hava ikki danskt CPR-nummar. Hetta gevur avbjóðingar tá søkt verður um upptøku á lærustovnum, tá leitað verður eftir bústaði, tá søkt verður um lestrarstuðul, í sambandi við barnaansing o.s.fr.

Eisini onnur enn lesandi renna seg í sama trupulleikan, til dømis í sambandi við sjúkraviðgerð í Danmark.

Lætt at loysa

Tað serliga við hesum trupulleikanum er, at hann er lættur at loysa. Ríkisumboðið hevur upplýst fyri løgtinginum, at ongar tekniskar forðingar eru fyri, at persónar sum ikki búgva í Danmark kunnu fáa danskt CPR-nummar.

Men ein forðing er tó, og hon er sitandi landsstýri. Har er eingin vilji til at loysa málið.

Sambandsflokkurin vil virka fyri, at hetta málið verður loyst í komandi valskeiði.


Helgi Abrahamsen
valevni Sambandsfloksins























































































































.