Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Familjuráðgeving til foreldur

2021-04-27 11:12
Sosial- og almannapolitikkur - 

Foreldur, sum hava børn og ung við sálarligum avbjóðingum, eiga at fáa familjuráðgeving, og soleiðis kunnu vit styrkja fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung

Ráðgeving, fyribyrgjan og heilsufremjan eru lyklaorðini fyri at tryggja ein góðan og tryggan uppvøkstur.

Fleiri kanningar eru gjørdar, har tað tíverri er staðfest, at sálarheilsan hjá børnum og ungum ikki er nóg góð. Verður góð og røtt hjálp veitt beinanvegin, tryggja vit eitt gott barna- og ungdómslív, og forða fyri óneyðugum sálarligum løstum. Tí hevur tað stóran týdning, at vit hava góðar skipanir, soleiðis at gerandisdagurin hjá børnum er tryggur, bæði í familjuni, á dagstovni og í skúla

Heilsufrøðingar eru einasti málbólkur, sum kemur inn í øll heim í Føroyum, eftir at foreldur hava fingið barn, og til tey eru 18 mánaðir gomul, og síggja teir so ikki børnini aftur, fyrr enn tey skulu í skúla. Í hesum tíðarbili verða børnini tó kannaði hjá kommunulækna einaferð um árið, og til tey skulu í skúla.

Politiskt er ætlanin at seta 4 heilsufrøðingar afturat, og eisini er ætlanin at uppraðfesta útbúgvingina, soleiðis at allir heilsufrøðingar verða uppskúlaðir til eisini at kunna veita familjuráðgeving, eins og onnur norðanlond hava gjørt.

Peningur er nú eisini játtaður til at menna tilboð til børn upp til 5 ár. Tilknýtið hjá familjuni til heilsufrøðing, ið kann veita stuðul og ráðgeving, hevur sera stóran týdning og skal ikki undirmetast. Har ein mettur tørvur er staðfestur, eiga familjur við avbjóðingum at fáa fleiri vitjanir frá heilsufrøðingi til familjuráðgeving til barnið fer í skúla.

Ein stórur og týdningarmikil partur av arbeiðinum hjá heilsufrøðingunum eigur at snúgva seg um at stuðla undir at styrkja foreldraleiklutin, eisini hjá fosturforeldrum og nærsambond í familjuni, og eingin ivi er um, at tørvur er á hesari tænastuni, sum eisini sær út til at fara at vaksa í framtíðini, um ikki tíðligani verður sett inn.

Tað er ikki nøkur almenn skipan, sum veitir hesa tænastu, men barnaverndartænasturnar keypa í ein ávísan mun tænastuna frá fólki, sum hava hesa serútbúgving, so førleikin finnist longu sum nú er í landinum.

Harafturat má kannast um tørvur er á, at heilsufrøðingar eisini skulu hava tilknýtið til dagstovnar, eins og í skúlunum. Í samstarvinum við foreldur og námsfrøðiliga ráðgevingina hjá kommununum, hevði tað verið skjótari at sett sjóneykuna á avbjóðingarnar, og hartil fáa skjótari atgongd til Sernám ella Psykiatrisku deild.

Í tilmælinum um sálarheilsu eru fleiri ítøkjulig átøk nevnd, eitt nú, at Gigni sum frá líður eisini eigur at varðveita sítt tilknýtið til børnini og teirra avvarðandi øll árini frá føðing, og til barnið er 18 ár. Tað eri eg avgjørt eisini samd í, men viðgerðin av málinum í løgtinginum hevur sannført meg um, at tað er neyðugt at raðfesta smábarnfamiljurnar fyrst við at seta inn í familjurnar við familjuráðgeving og at økja tilknýtið til heilsufrøðingarar upp til 5 ár, har tørvurin er.

Tað hevur serastóran týdning, at vit lofta teimum, sum hava avbjóðingar, og gera tað meðan børnini eru smá.

Rósa Samuelsen

løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin