Evsta vald liggur í Føroyum og hjá Føroya fólki

2019-05-28 09:48

– tað skal føroyskur fólkatinglimur berjast fyri

Eg krympi tær, tá ið eg hoyri framløgurnar hjá Sambandsflokkinum, Tjóðveldi og eisini Fólkaflokkinum – og hvat tey ætla sær í Fólkatingið av avrika. Sambandið vil, sær sjálvum líkt, hava meira pening og hægri blokkstuðul úr danska statskassanum til Føroyar – hóast føroyska bruttotjóðarúrtøkan í dag er hægri pr. íbúgva enn í Danmark. Er ikki skomm skapt í?

Tjóðveldi vil brúka røðarapallin á Fólkatingi til at proklamera loysingina. Og mála eina mynd av, at tað er danska stjórnin, sum forðar fyri loysingini. Øll vita vit, at hesin dystur skal vinnast í Føroyum – og onga aðra staðni.

Og Fólkaflokkurin hevur bitið høvdið av allari skomm og vil hava ráðharra í danskari stjórn. Hugsið tykkum ta øvugtu støðu – danskur ráðharri í føroyskari stjórn!

Valskráirnar hjá Sambandinum, Tjóðveldinum og Fólkaflokkinum eru ein háðan móti okkara egna hart vunna fólkaræði.

Sálin og ryggurin í føroyska fólkaræðinum er, at evsta vald liggur í Føroyum og hjá Føroya fólki! Tað má ongantíð henda, at eitt føroyskt fólkatingsumboð sáar iva um hesa tign hjá Løgtingi og Landsstýri – bara fyri at fáa umrøðu. Eitt føroyskt fólkatingsumboð skal fram um alt virða og verja føroyskt fólkaræði og samstarva við Landsstýri og Løgting. Eitt føroyskt fólkatingsumboð skal ikki mótarbeiða Føroya landsstýri – tað er at undirgrava føroyskan sjálvavgerðarrætt.


Eg bjóði meg fram sum valevni fyri Javnaðarflokkin til hetta fólkatingsvalið

Hvørki eg sjálv ella Javnaðarflokkurin fara at dragsa føroyskan partapolitikk niður á Fólkating.

Fyri framman liggja stórar avbjóðingar. Til dømis í sambandi við grøna orkuskiftið, útbúgvingarpolitisk samstørv, altjóða gransking, altjóða skipaferðslu og nýggjar siglingarleiðir. Alt stórmál, sum fara tvørtur um landamørk. Fái eg møguleikan, vil eg av fullum huga arbeiða fyri skilagóðum loysnum á hesum og mongum øðrum málum.

Við samstarvi, greiðari talu og semjusøkjandi samstarvi skulu vit ávirka øll mál, sum viðvíkja føroyingum, føroyskum vinnulívi og føroyskum mentanarlívi.


Nøkur dømi um samstarv, sum hava givið úrslit:

- Í 2015 komu føroyingar undir sama krav sum útlendingar, at skula hava búð í Danmark í sjey ár, fyri at fáa rætt til ávísar sosialar veitingar – til dømis barnakekkurin. Hetta mál tók Javnaðrflokkurin upp, og vit fingu tað broytt. Og tey, sum vórðu rakt, fingu endurgjald.

- Nógv orka er løgd í at verja føroyska serstøðu – t.d. avgerðina um framhaldandi at selja fisk til russiska marknaðin. Tað virða okkara samstarvspartar í dag.

- Tað er eitt breitt ynski í Føroyum um at broyta uttanríkispolitisku heimildarlógina. Tí er tað ein uppgáva, sum fólkatingsumboðið eigur at arbeiða fyri – í samstarvi við Føroya Landsstýri.


Taki fegin eitt tørn í Fólkatinginum – og fari at arbeiða í Fólkatinginum burturav

Eg havi í mínum langa politiska lívi upplivað viðurskifti millum Føroyar og Danmark – tá tey virka sum ringast. Tað var í kreppuni í 90-árunum. Tað var eitt tógvið stríð at endurreisa Føroyar búskaparliga og ikki minni at endurreisa álitið millum partarnar. Tað má ongantíð henda aftur.

Eg havi eisini upplivað, at tann gongdin kann vendast. Og havt tann framíhjárætt at vera við til at taka tey tøk her í Føroyum, sum hava vent gongdini. Tað eri eg takksom fyri.

Eg havi nú tikið avgerð um at gevast í landspolitikki og stilli tí ikki upp til løgtingsvalið í heyst. Men eg taki fegin eitt tørn í Fólkatinginum, og tað gevur mær afturfyri møguleikan at arbeiða burturav í Fólkatinginum.

Verði eg vald í Fólkatingið – so skal tað vera mín stevna, at har tað er ein vilji er eisini ein vegur. Konfrontatiónina hava vit roynt. Hon bar ikki á mál.


Helena Dam á Neystabø

Valevni Javnaðarfloksins til fólkatingvalið grundlógardagin 5. juni 2019