Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ert tú ”anti-vaksari”, um tú velur ikki at lata teg koppseta fyri covid19?

2021-12-08 09:02

Orðið vaksina stavar frá upprunanum til hesa viðgerð, tá ið enski læknin Edward Jenner seinast í 18. øld varnaðist, at neytakonur ikki fingu koppar. Tað var samband teirra við neytakoppar, ið vardi tær fyri menniskjakoppum. Hann tók gróðrarvatn frá kálvum, ið høvdu neytakoppar, og flutti yvir í menniskju, sum harvið blivu vard fyri menniskjakoppum. (Kúgv eitur á latíni vacca.)

Út frá hesum royndum varð brúkiligt koppingarevni ment, og soleiðis varð henda ræðuliga sjúka so við og við bast. Nú á døgum fær eingin longur koppar; og bara tey elstu her á landi ganga við minninum um koppsetingina sum arr á økslini - og um, at vit ikki sluppu at byrja í skúla, fyrr enn vit vóru koppsett.

Seinni fingu vit koppseting fyri tuberklar og polio. Ringar sjúkur, sum gjørdu um seg líka fram til sekstiárini í farnu øld. Flestøll, sum eru fødd fyri ta tíð, minnast óttan fyri tuberklum; um ikki frá sær sjálvum, so úr familjuni. Neyvan nøkur familja í Føroyum er sloppin undan at missa onkran kæran av tuberklum.

Rætt hava tey, sum minna okkum á, hvussu ómetaliga stóran týdning tað hevur, at koppseting hevur bjargað okkum undan hesum trimum ringu sjúkum: koppum, tuberklum og polio (barnalammilsi).

Men tá ið koppsetingin fyri covid19 verður vard við tí sum grundgeving, er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Tí koppingarevni er ikki bara koppingarevni.

At verða koppsett hevur fram til okkara dagar merkt, at tann koppsetti fær ørsmáar nøgdir av tí sjúkuelvandi virusinum ella bakteriuni í seg; nóg mikið til, at kroppurin ger andevni móti virusinum/bakteriuni, og koppsett fólk soleiðis eru vard fyri at gerast sjúk, koma tey í samband við sjúkuelvandi virusið/bakteriuna. Tey koppsettu fingu ikki smittuna og kundu heldur ikki smitta onnur.

Av fyrstan tíð varð koppsett við livandi, viknaðum koppingarevni. Hetta kann geva mild sjúkueyðkenni, men ómetaliga sjáldan álvarslig. Koppingarevnið fyri tuberklar er framvegis av hesum slag.

Seinni varð farið at nýta tað, ið nevnist ”deytt” ella inaktiverað koppingarevni. Hesi virka ikki líka væl sum tey ”livandi” og krevja fleiri prik. Eitt annað, sum er øðrvísi, er, at fyri at fáa deytt koppingarevni at virka, verða hjálparevni, kallað adjuvans, blandað í koppingarevnið. Ofta er tað aluminiumhydroxid. Eisini verður haldevni latið í, t.d. thiomersal (1). Tað eru m.a. hesi bæði íblandingarevnini, ið summi meta, kunnu hava mein við sær.

Heilsumyndugleikarnir gera sjálvandi vart við, at eingin skaði er skjalprógvaður at vera elvdur av hesum evnum, sum verða blandað í tey ymsu koppingarevnini. Men fráboðanirnar um koppsetingarskaðar eru gjøgnum árini so nógvar í tali (2), at nógv fólk ikki vilja lata seg og børn síni koppseta. Hetta er serliga galdandi í USA, har skráin fyri koppseting av børnum fevnir um nógvar ferðir fleiri prik enn um okkara leiðir. Haðani stavar eisini hugtakið ”anti-vaksarar”. Eitt hugtak, sum er flutt inn í okkara mál í sambandi við koppsetingina fyri covid19, hóast tað her á landi sjáldan ella ongantíð snýr seg um mótstøðu móti koppseting sum heild.

Til covid-19 er framleitt eitt heilt nýtt slag av koppingarevni, sum hvørki inniheldur livandi viknað ella deytt virus, nevniliga mRNA-vaksina. Í henni er kopi av arvatilfarinum, mRNA, sum kodar fyri spike-proteininum á sjúkuelvandi virusinum. Við prikinum fer hetta evnið inn í kyknur í kroppinum og fær tær at framleiða andevni móti virusi við júst hesum spike-proteininum. (Vektor-vaksina, sum ikki verður nýtt her á landi, inniheldur sjálvt DNA’ið fyri andevnið, sum tann koppsetti síðan framleiðir.) (3)

Við øðrum orðum, so ber als ikki til at samanbera koppingarevnið fyri covid-19 við nøkur onnur higartil kend koppingarevni. Royndartíðin, áðrenn hópkoppseting varð sett í verk, var heilt óvanliga stutt, samanborin við onnur koppingarevni og heilivág sum heild. Eftir einum ári ber ikki til at tryggja, at skaðilig hjáárin ikki kunnu vera. Hjáárin, ið kunnu standast av mátanum, sum mRNA, kodan fyri spike-proteinið hjá sjúkuelvandi virusinum, virkar, og/ella av íblandingarevnum.

Heilsumyndugleikar verja hesa stuttu royndartíðina við, at eingin onnur hjálp var fyri covid-19, men tann frágreiðingin rillar. Læknar eru, sum bæði brúktu gamlan, kendan heilivág og nýggjari heilivág sum fyribyrging, við góðum úrslitum (4). Fólk kunnu eisini sjálvi gera nógv at verja seg fyri ikki at gerast álvarsliga sjúk, skuldu tey blivið smittað; fyrst og fremst syrgja fyri at fáa nóg mikið av D-vitamin (5).

Tess fleiri verða koppsett og tess oftari, tess fleiri skaðilig hjáárin standast av koppingarevninum. Hagtøl um skaðilig hjáárin verða hvørja viku kunngjørd alment í nógvum londum, eisini í Danmark (6). Men ikki í Føroyum; her frættist einans um tey sum slatur og leysatíðindi. Heimsheilsustovnurin WHO kunnger hagtøl um hjáárin (7), men tey eru eitt sindur torfør hjá ólærdum at greina. Tíbetur ber til at finna hesi tølini atkomilig aðrastaðni (8), har víst verður, at talið á fráboðaðum hjáárinum av covid19-koppsetingini er 100 ferðir so stórt sum av øllum øðrum koppingarevnum til samans, umroknað pr. ár.

Tá ið koppingarevnið Pandremix fyri sonevndu svínainfluensuna, H1N1, kom fram, varð tað av fyrstan tíð mett at vera fullkomiliga trygt (9). Seinni vísti tað seg - samstundis sum sjúkan als ikki bleiv so vandamikil sum spátt - at skaðarnir av Pandremix vóru so stórir og so nógvir í tali, at hetta varð umrøtt sum ein katastrofa. Hvussu skulu skaðarnir higartil av covid19-koppingarevnunum nevnast? - nú tað vísir seg, at teir bæði eru álvarsamari og fleiri ferðir so nógvir í tali sum skaðarnir av Pandremix (í mun til talið á koppsettum). (10)

Tíðindi um hjáárin av koppsetingini fyri covid19 hava ikki lætt við at sleppa framat í stóru miðlunum. Tey, sum hava hug at kunna seg nærri, kunnu t.d. fara inn á heimasíðuna checkfact.org (11) og hyggja undir ”statistik”.

- - -

At krevja av koppingarevnum, at tey skulu vera trygg, er ikki tað sama sum at vera ”anti-vaksari”. Tað svarar til at nevna tey, sum vilja hava sitrusfruktir uttan eiturevni, (12) fyri ”anti-sitrusfrukt-átarar”.

Elin Henriksen


1. https://pro.medicin.dk/Laegemiddelgrupper/Grupper/211080

2. https://www.vaccineinfo.dk/

3. https://laegemiddelstyrelsen.dk/da/nyheder/temaer/generelt-om-vacciner-mod-covid-19/

4. https://hemali.no/siste/lege-peter-dvergsdal-om-feilbehandling-av-covid-19-en-planlagt-kriminell-handling/

5. https://www.enebak.no/vitamin-d-og-immunforsvaret/

6. https://laegemiddelstyrelsen.dk/da/nyheder/temaer/indberettede-bivirkninger-ved-covid-19-vacciner/

7. http://www.vigiaccess.org/

8. https://checkfact.org/antal-rapporterade-biverkningar-for-covidvaccinen-100-ganger-hogre-an-for-samtliga-ovriga-vaccin-per-ar/

9. https://www.ssi.dk/aktuelt/sygdomsudbrud/arkiv/2009-pandemien/sporgsmal-og-svar-om-pandemivaccinen

10. https://lovoghelse.no/2021/11/02/bivirkningstallene-for-covid-vaksinene/

11. http://checkfact.org/

12. https://foedevareguiden.dk/6138-2/