Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ert tú klárur, Bárður?

2020-04-30 08:25

Tá eg var ung í 80 ́unum, var tað stuttligt at siga á rað, ”Are you ready, Eddy?”,”Er du rede, Frede?”, ”Ert tú klárur, Bárður?”

Hesar tríggjar hava av onkrari grund fylgt mær gjøgnum árini, tí tær eru humoristikar, men serstakliga í seinastuni, hugsi eg dagliga um Bárð. Og tað er ikki við humor, skal eg heilsa og siga.

Vit hava ein løgmann, sum veit, hvat tað merkir at vera klárur. Hann hevur eina bakgrund í eini føroyskari tele-fyritøku, so hann veit, hvørjar dátur eru tøkar, um okkum øll. Dátur, sum hann bara skal siga ja takk til, so hevur hann tey. So veit hann alt. So veit hann hvar tú var í gjár, hvørjum tú var saman við, hvat tit tosaðu um, og nær tit skiltust. Við avlurtingarpakkanum, sum hansara floksfelagi, Kaj Leo, royndi at bera í løgtingið, og tók aftur áðrenn triðju viðgerð (!?!), og sum vit borgarar í hesum landi ikki ordiliga vita hvat hendi víðari við (??), var ætlanin, við Elsebeth á odda, at løgreglan skuldi við lógarheimild, avlurta allar okkara samrøður, síggja hvørt sms og lesa allar meylar. Men hesum steðgaði Kaj Leo, sum tók málið aftur úr tinginum – ella gjørdi hann tað? Tí vit vita frá USA, sum sambært Snowden, er heimsmeistari í avlurting, at tað er í veruleikanum ikki er neyðugt at bera øll mál í tingið. Tí mál, sum hava serstakligan stóran týdning fyri eitt land, kunnu avgreiðast uttan parlamentariska viðgerð. Ein kann, sum í USA, hava ”a Secret Court”, og har geva myndugleika til landsins leiðslur, at avlurta allar borgarar, í øllum heiminum – um ein hevur útgerð og dirvi til tað. Og tað hevði USA. Og tað gjørdi USA. Spurningurin er, hvat gjørdu, og hvat gera føroysku myndugleikarnir við dáturnar, sum føroysku telefyritøkurnar dagliga savna og ráða yvir? Hvør veit?

Í tíðindum í kvf 28. apríl røðr ein professari á Setrinum framundir at amtslæknin, sum er ein tann seinasta koloniala maktin eftir í Føroyum (ongin journalistur hevur spurt til teirra eksistensgrundarlag), at tey brúka gamla tøkni. Hvør tøkni er talan um? Ein spurningur, sum journalisturin ikki spurdi. Hví? Er tað soleiðis, at tá tað snýr seg um tøkni, so blívur tað kompliserað, ov komplekst til at seta seg inn í? Hvør tøkni er tann gamla, og hvør er tann nýggja? Hvat kann tøknin?

Gamli amtmaðurin spøkir, og summi okkara hoyra hann floyta. Ongantíð spyr journalisturin í KVF, um hvør tøkni talan er um, og hvørja tøkni, setursprofessarin vil hava setta í verk. Tað verður tikið fyri givið, at øll kenna til norsku tøknina, sum ger tað møguligt at elta og finna smittukelduna við netsambandinum. Djúpt kritisabult av einum miðli við hasum formatinum, men væntandi í mun til ”null-kritiskar-spurningar-yvirhøvur”, sum hevur verið síðan landið varð læst niður. Læst niður sjálvboðið, tí politikarnir vilja ikki gjalda. Tí, varð tað eitt krav at lukka niður, varð tað inngjald við kassa 1. So heldur fjala seg undir, at heimildin er fløkt millum land og kommunu, sum jú er ein fløkjustampur, men í hesum førinum óvikomandi, tí spurningurin bara snúði seg um at gjalda (og sum ongin journalistur fylgdi upp!). So øll lukkaðu niður, sjálvboðið. Men alt blómar. Tað er nokk av vørum á hillunum. Oljuprísurin er í botni, so ein biltúr kunnu vit altíð fara. Ongi sjúk børn! Ein haleluja-løta, tá tað í D&V varð óbeinleiðis víst á, at mátin, vit hava innrættað okkara samfelag, faktiskt ger okkara børn sjúk!. Og sum nú, við lock-down, eru heima og eru sjúkufrí. Hmm ... guff til anti-feministar, um at vera heima við børnunum. Men tað er í lagi, tí tað er galdandi fyri M/K. Summar føroyskar kvinnur hava bara ikki fata enn, at menn faktiskt duga væl at ansa eftir børnunum, so tað ikki behøvist at kosta teimum karrieru, fíggjarligt sjálvbjargni og pensjón. Men aftur til setursprofessaran og sjúkuna, sum drepur.

Tað er so lætt at vera politikari í Føroyum. Har finnast rokniørk til hvørt høvið, sum ein kann framskriva og brúka, tí við ”alt annað líka”, ber til at frysta allar tættir í samfelaginum og annars onki gera. Ein eginleiki, sum bara virkar í einum excel-arki, men sum økonomar brúka ár um ár, og sum veljarar lata seg blinda av. Ongin politikkur. Ongin kjarna. Bara ein spurningur um at leska teimum fáu, og mongdin tigur. So politiskt! So óbrúkiligt! Ein copy- paste mentalitetur, sum tekur meg aftur til mína væntan av komandi tíðindafundinum. Verður tað enn ein copy-paste statement, sum er umsett frá kolonimaktini?

Ert tú klárur Báður? Eg eri spent, tí eg veit ikki, hvat Bárður kann finna uppá. Men eg veit at hann behøvist ikki at fara langt niður í lumman at finna útav, hvar hvør føroyingur hevur verið seinasta tíman. Ella fyri fjúrtan døgum síðani, tí Bárður veit, at allar okkara dátur eru í forvaring hjá Føroya Tele og Hey, fyrr Vodafone, sum Bárður kennir út í æsir. Tí Bárður veit nemmliga at hann bara skal siga til, so hevur hann allar okkara plaseringar, ídag, ígjár og ímorgin, eins og fyri fjúrtan døgum síðani. Sig bara til Bárður, so veit tú alt. Tí er tað so lætt at ráða ídag. Lætt at standa fram, sum tann karismatiski løgmaðurin, og siga at hann ikki vil lóggeva føroyingar í rætt, ella til hús. Tí tað er ikki neyðugt. Vit fara áðrenn tað er eitt krav. Tí vit eru faktiskt øll bangin fyri at doyggja, og so skalt tú bara siga hvat vit skulu gera fyri at yvirliva. Og honum tørvar slett ikki at fylgja ynskinum hjá setursprofessaranum, um fullkomna yvirveking, tí hann hevur longu atgongd til alt, hann vil vita. Bárður er klárur! Og vit lata trúliga okkara dátur til telefyritøkurnar hvønn dag, við hvørjari app, við hvørjum posti á onkrum sosialum miðli, tí vit vilja jú deila og vera eina partur av hópinum. Tí vit vilja gjarna fortelja at vit ikki eru sjúk, og ansa væl eftir ikki at gerast sjúk, og vit klára okkum væl, og eru takksom og alt hattar har.

Men hvat um nú øll fóru av eina løtu? Ordiliga av. Sløktu wifi og net. Akkurát sum í ver- lýsingini. Tí so leingi eg mali í SMS við míni snildu-phone, har allar appir tikka inn við kordinatinum um mína geografisku plasering, skráseta míni keyp, upptaka mínar samrøður og filma mítt umhvørvi, so er ikki neyðugt við eini ”víðkaðari” epedemi-lóg. Ella hvat? Hvat meira skal Bárður vita?

Yvirveking er okkara realitetur, og nú snýr tað seg um at finna fram til tann, sum ber sjúkuna. Verið tað seg amtslæknin ella grannin. Tí vit eygleiða og vit fylgja við. Tí vit eru bangin, og tað er júst tá, vit vísa okkara sanna andlit. Hvønn vit vilja avdúka og hvønn vit vilja verja. Amtmaðurin floytar okkum í nakkan. Spurningurin er um, og hvør er vitandi um tað, og hvør leggur nakað í tað? Og spurningurin er eisini, um Bárður er klárur yvir hvat vald hann hevur, og hvussu hann brúkar hetta valdið? Ger hann sum fólkatingsmaðurin, smýgur sær heim, og letur hagaportið aftur fyri restini? Ella er Bárður størri enn tað, og letur upp fyri, at landið kann taka eina heilt aðra strategi enn amtmaðurin? Hvør er so leiðin at ganga? Sviar fáa skorflongjuna av donsku pressuni, men spurningurin er, hvussu leingi vit skulu sita, sum rotta í kava og bíða? Hvørjum bíða vit eftir? Tí vit vita at nøkur fella og onnur standa stinn, men hvat verður tað fyri eitt samfelag sum yvirlivir? Eitt samfelag við fullkomnari yvirveking? Er tað eitt lív, sum nakar av okkum ynskir at liva í? Eitt samfelag, har staturin eygleiður okkum, og veit alt um okkum, í eins mong ættarlið, sum kópakonan hótti at hennara gandur vildi fevna? Hvat við frælsi, at gera og vera tann vit eru, uttan at nakar fylgir okkum? Eru hetta virðir vit lættlliga gleppa okkum av hendi, fyri at sleppa undan eygunum, sum døma– verið tað seg grannin ella amtslæknin. Hvat er eitt lív uttan frælsi? Eitt lív, hóast alt, vil onkur so siga. Men onkur vil yvirliva Corona, og seta krav um at fáa sín privatfrið aftur. Men aftur til hvat? Tað vit vóru undan avbyrgingini, verða vit neyvan aftur.

Tað vit uppliva er tað mest náttúrliga, okkara ættarlið nakrantíð hevur liva. Vit eru sum mest heima, saman við okkara kæru. Hvat er at fara útaftur til? Forbrúk? Keypa ting, vit hvørki hava pláss ella ráð til? Hvat er at fara aftur til? Finst aftur aftur? At vera heima, vænti eg, hevur broytt nógv fyri heilt nógv, á ein máta, sum ikki vendst aftur til.

Ein nýggjur veruleiki kann verða, at fólk krevja frið. Veruligan privatfrið, og sløkkja fartelefonina og sletta allar appir, so amtmaðurin og hvør sum helst, sum sneytar, missir møguleikan at elta og informera Bárð, so hann noyðist at taka politiskar avgerðir, sum mugu grundast á eina erliga strategi og vitan, har hann ikki veit meira um okkum, enn vit sjálvi vita. Eitt samfelag, har ikki bara Bárður er klárur, men har tú og eg, og amtmaðurin, sjálvi avgerða hvat onnur skulu vita um okkum. So, biður setursprofessarin ella Bárður teg um tínar koordinatir, so bið í tað minsta um teirra, áðrenn tú sigur kortanei.

Grundin til at tað ikki longur er humoristiskt at spyrja ”Ert tú klárur, Báður?”, er tí at svarið er blivið, ”Ger sum Mette!”. Og ein politistat er neyvan tað, vit høvdu sæð fyri okkum at Føroyar skuldu enda sum, Corona (við C ella K) ella ei.

Laufey H. Blaasvær