Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Er talan meira um tornarósusvøvn?

2021-05-04 17:22

Eins og flestu fegnaðist eg um røðuna hjá Høgna Hoydal, sum var góð, mergja, tjóðskaparliga savnandi og vísti á samhuga og felagsskap sum samfelagsliga drívmegi, eins og hon eisini vísti á søgugongd og politisk bakkøst.

Tó vil eg vísa á ávísan vanda við slíkum røðum, stórum talarum, søgugongdum, hetjum og skurkum, sum kann fáa fólk at setast afturá, peika eftir hvørjum øðrum, øsa seg eitt sindur, stuðla hesum politikki til komandi val - uttan nøktandi vitan um, hví viðurskifti fóru av sporinum, hvussu nakað kann blíva øðrvísi ella um nýggjar politiskar dagsskráir.

Jú, okkum dáma at leggja oyra til, okkum dáma at verða styrkt í trúnni í tí,  sum vit halda vera rætt, okkum dáma at verða forførd av tí, sum er sterkari enn vit sjálvi.

Sjálv havi eg hug at fara longur, seta spurningar og hugleiða eitt sindur djúpri um gongdina, hví viðurskifti fóru av sporinum og hví fíggjarheimurin bleiv skurkurin ella hví grammleikin vann á hugsjónini.

--

Sum barn minnist eg, at menn gingu á gátt hjá okkum, við umbøn um peningaligan stuðul, tá eitthvørt skuldi fara av bakkastokki, - tað verði seg skip, fiskavirki og annað.

Sjálv minnist eg tað sum nakað fjálgt, nýfikið og spennandi, sum fólkið stóð saman um og sum skuldi koma okkum øllum til góðar, so ella so.

Minnist eisini væl, tá eg sum barn vitjaði á Eiði og nøgdsemi, prátið, spenningurin, stoltleikin og reypið snúði seg um fiskifarið Thomas Nygaard, sum ‘tilflytarahjúnini’, mostur mín úr Norðagøtu og maður hennara, heiman av Sandi, høvdu sett sínar sparipengar í, - heimkomin av flatlondum, hann í starv á Loransstøðini. Ja, stuðul til bygdasamfelagið av tí góða slagnum.

Á henda hátt fekk fólkið fatur á byrjunarkapitali til størri verkætlanir.

Søguna kenna vit og at viðurskiftini um partapening í størri fyritøkum, blivu øðrvísi. Ístaðin fyri at ganga á gátt hjá fólki, kundu partabrøv seljast á virðisbrævamarknaði ella børsi.

Tó kravdi hetta fyritøkur av einari ávísari stødd; sostatt kenna vit í Føroyum ikki enn so nógv til henda sølumarknað, við hesum endamáli fyri eyga.

Men fara vit inn á fíggjarheimin, sum varð umrøddur í røðuni, er rætt at siga, at sum við øllum, sum verður flutt frá fyrsta liði á hægri stað, í hesum føri, meira centraliserað sum forrætningsligt fyribrigdi, tapa vit eitthvørt ella tað broytist. Soleiðis bleiv eisini her.

Tí í kjalarvørri av, at partabrøv nú blivu lætt umsetilig pappírir, eisini tøkniliga tilgongilig hjá einum og hvørjum, broyttist hetta til eisini at líkjast einum slagi av kasino, har fólk selja og keypa partabrøv fyri vinning skyld og ikki kenna stórvegis til fyritøkurnar, tey eru eigarar av.

Har kenslan av at eiga, vera partur av og kenna fólk og fyritøku, verður flutt yvir á pappírsmarknaðir, har útboð og eftirspurningur setir prísin, uttan serliga vitan ella greiningar av veruliga virðinum á fyritøkuni, men grundað á skjótar yvirskriftir, konjukturar, psykologi og løtumyndir.

Globalt sæð roknar man við, at tað fer at tátta upp ímóti helvtini, tað vil siga, at ‘kasinoparturin’ fer at fylla nærum líka nógv sum tann parturin, har fólkið persónliga hevur áhuga í og kunnleika um íløgu og endamál.

Her hevur, í longri tíð, verið boð eftir politikarum og politiskum hugsjónum. Og um endurskoðan og dagføringar av børsskrásetingum við atliti til endamál, sum var at fáa fatur á váðafúsum kapitali.

Ikki tí, - kapitalurin kemur til vega, men vit missa tamarhaldið og tað er trupult at gjøgnumskoða hvørjum samfelagsligum endamáli hann tænir og/ella nær hann stuðlar undir samfelagsligum virði, samanhaldi og felagsskapi, ella nær kapitalurin sær út til at leggjast á tey fáu.

Vit minnast frá seinastu fíggjarkreppu, at bústaðarneyð, lagalig fígging, løgnar selskaps- og eigarakonstruktiónur – um ikki á børsmarknaði, so á handilsmarknaði, fingu sera stór umsetilig virði, ja, líka til alt kollapsaði, bløðran og spekulatiónsvirksemið brast, og vit vóru í svárari heimsumfatandi kreppu.

Samanumtikið forrætningsviðurskifti, sum ikki hingu saman búskaparliga, og sum man politiskt ikki hevði tamarhald á.

Hjá okkum hevur rætturin til tilfeingið fylt nógv í politiska orðaskiftinum, eins og fiskivinna yvirhøvur.

Man kann tosa um ein ‘hvørt tíl sína tíð politikk’, tí hetta við stórum eindum, hevði ikki sama jaliga fokus nú, sum í endurskapanini av føroyska samfelagnum aftaná kreppuna.

Tá vórðu boð eftir størri vinnueindum, fyri at fáa samfelagið skjótari aftur á føtur og fiskiflotin skuldi á færri hendur, fyri at vera effektivari. Vandin bleiv, at vit politiskt sleptu endanum og stóru eindirnar, kapitalurin, yvirhálaði.

Søgan endurtekur seg.

Hvat er at gera?

Sjálv haldi eg samansetingina av politikarum og embætisverki verða avgerandi fyri, hvussu vit fara at klára okkum og hvussu vit fyribyrgja, at viðurskifti fara av sporinum, at marknaðir yvirhála okkum og at fólk, í ov stóran mun, ger sær dælt av felagsskapi og felags tilfeingi.

Politikkur má verða annað enn tunlar og vælferð í krónum, búskapar og fíggjarstýring – politikkur má eisini, í størri mun, vera viðurskifti, ið taka hædd fyri heildini, - hugsjónir, søga, filosofi, fólkalívsfrøði, etikkur ella stutt sagt, humaniora, soleiðis at poltikkurin verður umboðaðandi lívsrenslið hjá landinum, på godt og ondt.

Hægri útbúgving.

Omanfyri vísti eg á tapið við at flyta evnið frá fyrsta liði, í hesum føri, frá persónligum sambandi á virðisbrævamarknað.

Á sama hátt kunnu vit vísa á tap, í og við at útbúgvingin er flutt frá ‘learning by doing’, á hægri lærustovnar.

Í forrætningsverðini kunnu vit nevna løgfrøði, búskap, fyrisiting, leiðsla, HR og líknandi.

Trupulleikin er, at vit læra í bitum á hvørt sínum skúlabeinki og at førningurin í ov stóran mun blívur teoretiskur førleiki, sum kemur til sín rætt nakað væl seinni, tá fólk hava arbeiðsroyndirnar eisini. Hesum mugu vit ansa eftir, soleiðis at engagement, starvs- og lívsroyndir verða tengdar at akademiskum arbeiðstoymum, sum heild. Og sum sagt, at humaniora – eisini verður viðleikari.

Eisini er vandin, at útbúgvingin ella fakini‘tosa saman’, hvørt í sínum lagi, uttan serligt støðufesti í tí samansettu verð, fakini tilsamans umboða. Dømi kann verða, at Búskaparráðið tosar við politikarar um faktabúskap, embætisverkið um faktabúskap og politikarar leggja seg upp ímóti tí sama.

Síðsti vandin er, at fólkið verður hektað av. Tey skilja ikki fakmálið, tey skilja ikki vendingarnar og tey siga seg ikki hava skil fyri politikki.

Búskapurin er heitur, bæði hjá vinnu og tí privata, tørvspyramidan fær siloskap, tí tey flestu hava tað sera gott, og tí tykist politikkurin ikki heldur áhugaverdur, frælsisrøður í besta lagi sítt egna ekkó og sjálvstýrisbál, í grundini, øskudungar.

Satt at siga óttist eg kollektivan tornarósusvøvn.

So latið okkum broyta herðrópini, latið okkum laga til og latið okkum fylkjast um politiskar tilgongdir, sum purra út, sum eggja fólki til politiskt tankavirksemi, sum seta spurningar við politiskar veruleikar og umsitingar, sum ávara um, at trøini ikki vaksa inn í himmalin, og um at vit mugu taka okkum um reiggj sum ábyrgdarfullar samfelagsborgarar – fjøldini, okkara børnum og framtíðini til signingar.

Bergun Kass