Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Er tað nú, vit skulu seta ferð á búskapin við skattalætta?

2019-08-14 10:37

Vit hava góðar tíðir í Føroyum í løtuni. Sokallaðan hákonjunktur. Onki so vist sum tað. Arbeiðsloysið er metlágt og útlendsk arbeiðsmegi verður innflutt.

Góðu tíðirnar síggjast aftur í landskassanum - og tað skulu tær. Vit hava í skjótt farna valskeiði havt eitt landskassaavlop yvir 1,5 mia. Í veruleikanum er hetta fyrstu ferð, vit hava avlop av týdningi, síðani fullveldissamgonguna um aldarsskiftið. Seinast vit høvdu hákonjunktur, góðu árini undan fíggjarkreppuni, var samlaða avlopið 280 mió. Tað rakk ikki langt, tá tíðirnar vendu.

Og tíðirnar venda aftur, tað er líka so vist. Hvussu tað fer at ganga, er ma. tengt at avgerðum, vit taka, tá tíðirnar eru góðar. Seta vit ferð á ein búskap, sum frammanundan hevur høga ferð, verður skrædlið so mikið ógvusligari.

Framsókn vil, at vit bjálva okkum, so leingi, tíðirnar eru góðar. Tað gevur okkum møguleika fyri at stimbra fíggjarliga, tá vit veruliga hava tørv á tí. Tað hava vit ikki í løtuni.