Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Er tað Kringvarpið ella Vaglið?

2021-05-07 10:57

Er tað Kringvarpið ella Vaglið, sum skal leiða Tórshavnar kommunu?  Soleidis kunnu vit spyrja, nú Kringvarpið aftur blívur neyðarrópið á dagstovnaøkinum.

Vit hava politikarar, borgarstjóra, kommunustjóra, trivnaðarstjóra, stjóra á ‘Børn og Ung’, eindarleiðslur og stovnsleiðslur.

Hesi hava øll til uppgávu at hava yvirblikkið og leiða.

Tá eg her tosi um at leiða, tosi eg ikki um administrativa leiðslu - fíggjarleiðslu og rokniarksleiðslu, nei, eg tosi um leiðslu, har tú sum leiðari motiverar tíni starvsfók við at inspirera, involvera og informera. Tey trý i-ini, sum eyðkenna góðar leiðarar.

Hesi viðurskifti ala fram góð arbeiðsumhvørvi, har tænasta verður í hásæti.

Hava vit hesar leiðslur?

Eitt annað er sambandið við fólk- og starvsfólk.

Sum býráðslimur vitjaði eg Århus kommunu. Eg var sera hugtikin av teirra stóra arbeiði í at sameina politikk og umsiting við starvsfólk og borgarar, og tey løgdu stóra vekt á, at borgarstjóri og umsiting skuldu menna eina starvsfólka- og borgaravenda, og ikki eina myndugleikavenda umsiting, ella hetta við at hava eitt vit og tit samskifti.

—-

Sum politikari skal ein hugsa visionært og taka ynski hjá fólkinum til viðgerðar.

Men gerandisrakstur verður at viðgera hjá borgarstjóra og umsiting, saman við starvsfólki, og politikarin stuðlar undir við fíggjarligum kørmum, tá tað tykist neyðugt.

Sjálv haldi eg, at tað er her ketan loypir av. Vit hava ikki ta leiðslu og tað flowið millum borgarstjóra, kommunustjóra, leiðslur og starvsfólk, sum gevur politikarum ta røttu og stóru myndina.

Eg meini ikki, at politikarin kann ganda fram fleiri námsfrøðingar.

Men trupulleikin er ikki nýggjur, økið átti at verið rættað upp og dagført fíggjarliga, so við og við, eins og starvsfólkatrivnaðurin átti at havt størri umsitingarliga sjóneyku og kunnað lyft økið, rekruttering fyri eyga.

-

Nei, tað er ikki Kringvarpið, sum skal leiða Tórshavnar kommunu.

Vit mugu ynskja, at okkara borgarstjóri gongur á odda og sjónligger tey almennu og politisku virði, sum skulu mynda okkara kommunu og  umsiting sum organisatión;

Eins og vit mugu standa saman um vælferðarøkini og menna tey í góðum felagsanda.

So átti at borið til.

Bergun Kass