Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Er føroyski samleikin bara eitt aftursvar?

2022-06-28 09:45
Vit síggja tað aftur og aftur. Uttan mun til um onkur útlendingur dømir okkum niður og norður, ella hevjar okkum til ský, so reagera vit. Svara aftur.

Viðhvørt við tí smikraða og undirgevandi lyndinum, men oftast svara vit aftur, tá onkur uttanífrá vekir okkum úr dvala.

Sum eitt nú, tá Sea Shephard herjar á okkara mentunararv, grindadrápið, ella tá EU noktar okkum atgongd til tess havnir.

Og júst á sama hátt tá danskir myndugleikir gerast ov klossutir í handhevjanini í valdinum vit læta teimum. Sum nú tá systurflokkurin hjá Fólkaflokkinum í Danmørk, teir konservativu, ætla at nøra um kolonifatanina, við einum koloniministara við portefølju.

Tá loypa vit upp úr stólinum. Her skal ongin fortelja okkum hvussu vit skulu liva lívið, ella skipa okkara samfelag. Tað vanliga aftursvarið, til ætlanir hjá hinum. Hjá teimum sum gera sær eina hugsan sjálvi.
Vit síggja lyndið aftur og aftur. Bæði í landspolitikki, og kommunupolitikki.

At seta út í kortið og slóða fyri, velja hvørja leið vit skulu herja, er trupult, men at seta seg upp ímóti tí, ella teimum sum hava eina ætlan, eina kós at stýra eftir, tað fær okkum at ressast við.

Tað er løgið og hjálparsleyst. Bert at vilja stýra skútuni, tá onnur taka róðrið frá tær, og annnars sigla sum best ber til.

Minnir undarliga nógv um ein fótbóltsdyst, har verjan hjá mótstøðuliðnum skal vísa tær hvar málið er, fyri at tú skal tora at skora.

Hvat er hettar fyri ein kollektiv sálarlig forðing, sum ger at vit ikki tora at skora, tá vit síggja hvar málið er, bólturin beint fyri høgrafótin, og støðan góð? Hví skulu vit hava onnur at siga okkum hvar málið ikki er, fyri sjálvi at síggja hvar tað er?

Vit liva í einum heimi, har vit bresta saman við øðrum hugsanum. Vera ávirkaði í størri og minni mun. Tí kunnu vit læra av, men vit mugu fyrst og fremst vita hvat vit sjálvi vita og vilja.

Á frælsum vølli, uttan altíð at royna at finna veggin at spæla bóltin upp í móti.

Tíðin er ríkiliga búgvin til at vit eru okkara egna mál, og ikki eitt aftursvar!

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður