Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Er bústaðarbyggingin í Hoydølum slept?

2021-05-09 16:07


Sitandi býráðsmeiriluti í Havn legði bragdliga út við eini ætlan um at byggja íbúðir í Hoydølum. Samskifti var millum kommununa og mentamálaráðið um eitt gerðabýti, har kommunan skuldi lata venjingarskúlan til landið aftur fyri, at kommunan fekk bygningarnar i Hoydølum. Borgarstjórin var frammi i miðlunum um, at fyrst í februar skuldi arbeiðsbólkurin vera komin til eina niðurstøðu um, at Hoydalar skuldi vera bústaðarøki.

Enn er ongin almenn niðurstøða komin, og vónandi er tað eitt tekin um, at býráðsmeirilutin hevur slept hesi ætlan. Hoydalar er ogn hjá øllum borgarum, og skal tí ikki latast nøkrum fáum.   Hoydalar er størsta frilendisøki i landinum, og longu í 1996 varð økið  friðað sambært serstakari byggisamtykt, tí økið er serligt í náttúruhøpi, økið er  siðsøguligt og ikki minst fornfrøðiliga áhugavert.  Í 2010 varð semja gjørd millum land og kommunu um, at Hoydalar skuldu gerast frílendi eftir eini serligari frílendisætlan, sum kann viðmælast øllum at lesa. Landið eigur bygnignarnar í Hoydølum, og hevur tískil eisini ábygd av, at hesir vera víðlíkahildnir.

Venjingarskúlin og økið  kring skúlan skal vera kampusøki

Tórshavnar kommuna eigur 40 % av venjingarskúlanum og eru tað hesi 40 %, sum kommunan ætlar at lata mentamálaráðnum og í staðin at fáa bygnignarnar í Hoydølum. Undirritaða er samd í, at mentamálaráðið skal fáa tey 40 % av venjingarskúlanum, tí økið kring venjingarskúlan er ætlað til nýtt kampusøki og Fróðskaparsetur. Her er longu semja undirritað millum kommununa og mentamálaráðið.

Men kommunan eigur at selja landinum sín part av venjingarskúlanum heldur enn at gera eitt gerðabýti við Hoydalar. Pengarnir fyri venjingarskúlan eigur kommunan at ogna sær lendið við Stórutjórn ístaðin.

Umfatandi heildarætlan og arkitektakapping er gjørd  fyri Stórutjórn, har ein fullfíggjað íbúðarætlan fyriliggur  til eini 1500-1800 borgarar. Her kann býráðið fara í gongd beinanvegin við at fáa tilvega íbúðir og grundstykkir til tey, sum mangla bústaðir heldur enn at gera seg inn á Føroya størsta frílendi í Hoydølum.  

Annika Olsen