Er barnafrádrðatturin aktiveraður?

2012-12-07 16:47

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum 

Viðvíkjandi hækkaða barnafrádráttinum, sum bleiv samtyktur í vár 

1. Er samtykti barnafrádrátturin, hesin styrkur, sum skuldi geva barnafamiljum 1.000 krónur eyka fyri hvørt barnið, aktiveraður? 

2. Ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at barnafrádrátturin skal síggjast á heimabanka fyri hvørja lønargjalding? ella 

3. Hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum umhugsað at broyta barnafrádráttin til barnakekk? 

Viðmerkingar: 

Sum partur av flatskattinum avgjørdi samgongan at hækka barnafrádráttin frá 5.500 til 6.500 kr. t.v.s. 1.000 kr. meira til barnafamiljur fyri hvørt barnið. Uppskotið varð samtykt í vár, t.v.s. eftir at kalendaraárið byrjaði. Av tí, at barnafrádráttur liggur fjaldur í skattinum, er spurningurin, um hækkingin er aktiverað, og fyri hvørjar mánaðir verður hann útgoldin barnafamiljum. 

At barnafrádráttur liggur fjaldur í skattinum ger, at tað er ilt hjá fólki at síggja veruliga virknaðin av honum. Frádrátturin merkir, at barnafamiljurnar fáa 6.500 kr. frá landinum fyri hvørt barnið. 

Umframt hetta, kemur barnafrádráttur frá kommunum omaná. Í kommunum er ymiskt, men liggur hann í flestu kommunum millum 4-5.000 kr. Hetta merkir, at barnafamiljur fáa um 10.000 fyri hvørt barnið, og tað munar. 

Tí eigur í minsta lagi at síggjast á hvørji lønarútgjalding, hvussu nógv uppihaldarin hevur fingið í barnafrádrátti. 

Haldi sjálv, at best varð, um barnafrádrátturin var tikin úr skattinum og útgoldin 2 til 4 ferðir um árið. Fyrr vildu vit sagt sum barnakekkur, men í dag helst sum ein bankaflyting. Tað hevði givið fólki eina veruliga fatan av hesum útgjaldi, umframt at tað kundi virka sum stutt uppsparing til eitthvørt serligt, sum børnunum tørvaðu. 

Á Løgtingi, 4. desember 2012 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur