Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Er Andgletturin til frama fyri fólkaræði?

2019-08-17 20:35

Sipi til sjónvarpssendingina, har dentur verður lagdur á at varpa ljós á evni, sum politikari fær tillutað áðrenn sjónvarpssending – og sum viðkomandi onkursvegna skal greiða frá og verja, við atliti til spurningar frá sjónvarpsverti.

At politikari setir seg inn í ávís mál, og tykist alvitandi á tí økinum, er ikki barometur fyri, hvussu politikarin roynist í verki, tá politiskt arbeiði jú snýr seg um at hava áhuga í nógvum, vera eldhugaður, virkin, samstarvssinnaður, hugleiðandi, vísur og ikki minni, megna at fáa sín boðskap fram á tingi og í landsstýri, soleiðis at hugsjón blívur til veruleika.

Eisini er sjónvarpssendingin treytað av vitan, royndum og hugleiðing hjá verti, sum kann vera betri og verri – alt eftir hvønn integritet, samfelags- og búskaparligt innlit, verturin hevur.

Og fyri at ítøkiliggera mína skepsis við sending og við innihald, kundi eg til dømis spurt, umEdva Jacobsen einki veit um orku, viðgerðartrygd ella bústaðir?

Hetta kann verða niðurstøðan til svarið hjá Bárði á Steig Nielsen, tá hann líkasum gav sjónvarpinum skyldina fyri, at hann onga ‘kvinnu hevði’ til hesa sending. Í og við evnunum, ið vóru sett á skrá.

--

Tí einum nýtist ikki at vita alt, er so mítt ískoyti til henda tráðin, tí at endaligu meiningina fært tú og gert tú í samskifti við løgtingsstarvsfelagar, væl saktans – og tað arbeiðið verður gjørt á tingi og saman við landsstýri og embætisverki. Tá tað eisini er ‘roknað uppá tað’.

At sleingja út eitt og annað, uttan at vita um fylgjur og haldføri, er jú eisini bara luftkastellur.

Nei, mær dámar ikki, tá alt blívur so sera stýrt, yvirfladiskt, formelt og pallsett.

Fólk fáa ikki rætta mynd av valevnunum, eins og tey kunnu verða ‘lumpað’ til at atkvøða fyri fólki, sum ikki roynist í ‘allari longdini’.

Ein sera týdningarmikil steinur í fólkaræðinum!

Bergun Kass, Framsókn