Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Enn eri eg ungur og enn í góðum lag

2012-10-29 05:46

Tey ungu eru tað dýrabarasta vit hava, men tað tykist ikki at vera ein sjálvfylgja longur, at tey støðast og skapa sær eina framtíð í Føroyum. Í dag kappast vit við allan heimin um tey ungu.

 

Útbúgving

Tey ungu velja í nógv størri mun eina longri útbúgving og eina meira avbjóðandi yrkisleið. Alsamt fleiri velja eina tilveru, har tey kunnu flyta seg skjótt, bæði yrkisliga og bústaðarliga. Tey vilja fegin búgva í høvuðsstaðnum og kunna gagnnýta tey fjølbroyttu  tilboðini, ið her eru. Eru tilboðini og umstøðurnar ikki nøktandi, velja fleiri teirra eina framtíð uttanlands.

 

Hvat skal til

Havnin skal hava fleiri og betri útbúgvingartilboð og arbeiðsmøguleikar. Fleiri og bíligari lestrar- og leiguíbúðir. Upplivingar, ítrivs- og listarmentanin má styrkjast. Ungdómshús við alskins mennandi tilboðum má víðkast, og tær ítróttargreinar, sum ikki hava bestu sømdir, skulu stuðlast.

 

Neyðugt er at broyta viðurskiftini soleiðis, at tey, sum vilja koma heimaftur eftir loknan lesnað, kunnu fáa eina inntøku, meðan tey leita sær eftir arbeiði. Gera vit onki við hesi viðurskiftið, kann tað fáa óhepnar avleiðingar í framtíðini, og vit missa stórsta partin av vællærdu fólkunum í góðum aldri.

 

Avbjóðingin er stór, og vit eiga at gera nakað nú

Latið okkum hyggja at, hvussu tey ungu trívast og mennast. Tey ungu skulu koma til orðanna, har vit lurta eftir góðum ráðum og viðurkenna trupulleikarnar. Neyðugt er at stovna eitt ungdómsráð, sum ráðgevur býráðnum um øll viðurskifti, sum hava ávirkan á tey ungu í Havn.

 

Ein tann besta íløgan, ið Tórshavnar kommuna kann gera, er at styrkja ungdómsmentanina og umstøðurnar hjá teimum ungu at mennast. Vinna vit kappingina um tey ungu og fáa tey at trívast og støðast her, sær framtíðin bjartari út fyri Havnina.

 

 

Rógvi á Rógvu

Valevni hjá Tjóðveldi