Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Enn eitt álop

2020-09-03 08:24
Hóast fólk í 12 av teimum 15 húsum í Edmundstrøð í Ánunum herfyrisendu eina áheitan til allar býráðslimirnar í Klaksvíkar kommunu um atskipa so fyri, at tað verður livandi norðuri í Ánunum, so vaknaðu fólkum tveytíðina í nátt av ganginum av tveimum skipum - Armenak Babaev,undir russiskum flaggi, og Green Ocean, skrásett undir Bahama flaggi -sum larmandi komu at bryggju. Ikki nokk við tí, at skipini larma;mannskapið rópti og geylaði eisini í millum sín, sí viðfestafilmsbrot.

Síðani í august í 2017 hava borgarar í Ánunum ótalligar ferðir bønað og biðið býráðið, bæði munnliga og skrivliga, um at sleppa undan larminum frá nøkrum ávísum skipum, men uttan úrslit.

- Vit vita ongantíð, nær næsta álop kemur og vit liva í konstantum ótta fyri ágangi av larmi.

Tað ljóðar sum ein tyrla hongur yvir húsunum og vit hava ongan møguleika at sleppa undan larminum. Høvdu skipini verið løgd við oljukaiina á Grótrætt, so hoyrdi eingin nakað til skipini, men tað eingin virðing fyri heilsuni hjá okkum, sum her búgva.

Vit undrast og spyrja, hví fremmand, larmandi skip blíva við at sleppa inn í føroyskar havnir at forpesta lívið hjá íbúgvum í Føroyum.

Rúna Sivertsen

[vimeo=http://vimeo.com/454299805/13a9d05ef4?fbclid=IwAR3FJ1DT5Ulud8LCeq5fxYUYm54Sm-eV7hIeTn4Yb9QOKfF3LPc1Nyy--Us]