Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Endurbyrja Landsverk!

2020-07-14 13:41

Tað var ein tíð fyri mongum árum síðani, at ein hevði gott álit á Landsverki. Men tey seinastu árini hava sent álitið millum borgaran og myndugleikan í botn, og kanska gjørt óbøtuligan skaða á tað. Gev teimum verkætlanir at umsita, og tú fært sama tal av verkætlanum, sum eru farnar av sporinum. Fólkið er so vant við hetta, at tað liggur í okkum at vænta at alt, sum Landsverk nertir við, fer langt út um tíðina, kostar í minsta lagi tað tvífalda, og góðskan er langt undir miðal.

So vandamikið er Landsverk, at verkætlanir sum Glasir og H-Bygningurin vísa, at tey eru før fyri at seta allan tjóðarbúskapin í stóran vanda, og so lítið er álitið, at landstýrisfólk aftra seg við at fara í gongd við verkætlanir, tí tað kann gera stóran skaða á politikaran og hansara møguleikar at verða afturvaldur. Tá ið tað altíð næstan er garanti fyri einari byggigølu, so er tað ikki nakað undur í, at leitað verður eftir alternativum loysnum.

Mín mistanki er, at alt hetta kemst av einum kavrotnum kulturi, sum hevur dominerað myndugleikan í nógv ár. Tað er sum um at ein hørð kjarna stýrir húsinum og hendan kjarnan gongur eisini politisk ørindi. Sum til dømis viðvíkjandi Gerðabøi.

Vit síggja eisini ein tendens til, tað er eingin trupulleiki at seta høgar raðfestingar í summar verkætlanir, sum sleppa at drena landskassan, meðan onnur skulu svíða og liva við lappaloysnum, til dømis við at fáa spariloysnir, so sum sproytiasfalt.

Tað hava verið nógvar hendingar seinastu árini, ið hava sannført meg um, at nú má okkurt alvorligt henda; støðan er ótolandi.

Tað kom veruliga til sjóndar, tá ið ein uppøstur stjóri var í KvF herfyri og tillátursgjørdi øll, sum stúra fyri støðuni í tunlunum Norður um Fjall. Hetta kom, eftir at eg hevði brúkt fimm mánaðir uppá at fáa fatur í hesi rapportini um støðuna.

Landsverk pástóð bæði áðrenn og aftaná, at hetta vóru arbeiðsskjøl. Og so skuldi man trúð, at tey hildu tey innandura. Men til mína ræðslu havi eg síðani funnið út av, at líkasælan er fullkomin.

Í einari leiting á Google eftir informatión um tunlar fekk eg eitt leitiúrslit sum vísti til eina undirsíðu hjá Landsverki, sum innihelt omanfyri 6.000 skjøl og annað tilfar hjá vegmynduleikanum. Tá fleyt yvir.

Tey hava leitað við lykt eftir paragraffum fyri at nokta borgarum innlit í støðumetingar yvir farleiðir, tey brúka dagliga. Men samstundis liggja túsundvís av skjølum og flákra úti á internetinum og vera upptikin og indexserað av leitimaskinum og servarum kring heimin, so at Guð og hvør maður kann síggja, hvat Landsverk ger. Øll planetin hevur atgongd til dátur hjá Landsverki. Man kennir seg stoyttan.

Tey einastu fólkini, sum ikki mugu vita um virksemið hjá Landsverk, eru føroyingar sjálvur. Vit, sum gjalda í rúgvuvís fyri at keypa bil og fyri at sleppa at brúka hann: Vektgjald, brennievnisavgjald, skrásetingargjald, lógarkravda trygging og hvat annað mátti verið.

Tey sum hava fingist við Landsverk vita, hvat so hendir næst. Í staðin fyri at taka tað á sín kappa, so gerast tey firtin og fara at peika fingrar úteftir, sum vit hava so nógv undanfarin dømi um. Inni í húsinum er alt uppá stás; tað eru tey uttanfyri, sum eru trupulleikin.

Hvat er so at gera?

Eitt tað býttasta, ein kann hugsa sær at gera, er at leggja ábyrgdina í hendurnar á teimum, sum ongan prís rinda fyri at hava skeivt. Í tí fría marknaðinum, har brúkarin sjálvur hevur eitt val, har svíða fyritøkurnar fyri vánaliga stýring og fyri at taka vánaligar avgerðir. Tí verður nógv orka løgd í tað. Tá tað kemur til Landsverk, hava vit ikki ta mekanismuna. Tí er tað upp til tey sjálvi, og sum vit longu vita: Landsverk hevur altíð rætt, ikki borgarin. Landsverk má hava “feedback loops”, sum gera, at tað kostar at taka vánaligar avgerðir.

Í einari bíligari roynd at reinsa seg sjálvan, sendi Landsverk nøkur fólk til hús og segði, at nú vóru 10 milliónir meira til asfalt. Tað er møguligt, at tað verður ráð til meira asfalt, men reint søguliga vita vit, at tað helst ikki hendir. Næsta byggigøla fer 100 milliónir yvir fíggjarætlanina og so eru 10 ár av eyka asfalti vekk.

Nei, her má sterkari lútur til. Endurbyrja Landsverk!