Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Endiliga kampus

2022-08-03 15:31

Umsíðir fáa vit eitt kampus! Tað er nú kunngjørt, í ískoytispartinum til ólavsøkurøðuna, at arbeitt verður við at yvirtaka Venjingarskúlan frá Tórshavnar Kommunu til tað endamál at savna Fróðskaparsetrið í eitt kampus. Venjingarskúlin skal høvuðsumvælast og dagførast til nútímans brúk, og eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt í 2028 – hetta er bara at fegnast um!

Talið av lesandi í Føroyum økist ár um ár, tó hevur menningin av Setrinum sjálvum ikki megnað at fylgt við. Í nógv ár hevur verið eitt ynski frá lesandi og undivísarum í Føroyum at bygt verður eitt kampus. Hetta fyri savna alt Setrið, nútímansgera og betra um fysisku karmarnar – sum í dag ikki liva upp til standardin – og økja um trivnaðin, bæði hjá teimum lesandi og undirvísarum. Prátað hevur verið í longri tíð, um, at landið skal yvirtaka Venjingarskúlan júst til hetta endamálið, tó hevur eingin ítøkilig ætlan verið - fyrr enn nú.

Eitt kampus kann eisini sigast at vera ein liður í at altjóðagera Setrið. Fyrst og fremst skal Fróðskaparsetrið lúka krøvini í Bologna-avtaluni sum tryggjar Fróðskaparsetrið altjóða góðkenning og í tí sambandi verður ein ekstern eftirmeting av Fróðskaparsetur Føroya latin uttanríkis- og mentamálaráðnum við árslok 2022. Eitt kampus, hóast ikki eitt formligt krav, kann økja um kappingarførið hjá Setrinum og gera tað eggjandi fyri fleiri – bæði føroysk og útlendsk lesandi – at koma til Føroya at nema sær útbúgving.

Setrið er í støðugari menning. Afturat kampus, er avgjørt at taka inn fleiri til KT-bachelor, ein nýggj master í KT-verkfrøði byrjar í ár og tað ber nú til at taka master í lóg. Setrið fer harumframt at taka inn til sjúkrarøktarfrøði tvær ferðir um árið og námsfrøðilesandi fara at byrja tvær ferð árliga komandi árið. Hetta vísir, at tað er politiskur vilji at betra um karmarnar hjá Fróðskaparsetrinum og áhaldandi menna stovnin til eitt kappingarført universitet ið lýkur altjóða krøv.

Eg gleði meg at síggja eitt nútímans og altjóða góðkent Fróðskaparsetur í nærmastu framtíð.

Anna Falkenberg