Endaspurturin

2012-11-07 05:25

Rógvarar og øll, ið vilja kappróðrinum á Havnarvág væl!


Endaspurturin byrjar nú! Vit fara í bekk og geva tað síðsta, vit eiga, so at vit fáa sigurin innanborða. Hvør vinnur, verður tað Ørvur, Knørrur ella Argjabáturin? Sera tætt er millum bátarnar, sum skiftast at liggja á odda. Spenningurin er øgiligur, og ikki kann takast dagur imillum, hvør er fremstur. Fimm metrar á mál – bang!


Klokkan er 20. Dagurin er 13 november. Dyrnar á valstaðnum eru stongdar. Vit hava talað, og úrslitið kemur um eitt bil.


Mítt ynski er, at allir bátar gerast vinnarar. At kappróðurin á Havnarvág verður sigursharri. At øll róðrarfeløgini á Havnarvág í góðum samstarvi fara at skipa fyri ólavsøkukappróðri í framtíðini.


Tað er mangt, ið bendir á hetta.


Góðu tit øll, ið eru góð við róðrarfeløgini á Havnarvág. Velja tit meg, so verður tykkara rødd nýtt til at loysa hetta mál.


Hesum vil eg arbeiða fyri!


Fróði Ó Olsen, valevni á lista A