Elsebeth spyr Kára um Sandoyartunnilin

2012-12-27 22:39

Skrivligur fyrispurningur til Kára P. Højgaard, landsstýrismann

Løgtingsmál nr. S-33/2012: 

Viðvíkjandi fígging av Sandoyartunlinum

1. Er møguleiki fyri, at komandi Sandoyartunnil verður fíggjaður við lántøku soleiðis, at farast kann undir verkætlanina at gera ein Sandoyartunnil beinanvegin? 

2. Um møguleiki er fyri hesum, kann lánsgjaldið ella -upphæddin verða goldin aftur eftir løguætlanini, har sett er av til verkætlanina frá 2015 at rokna, vísandi til samtyktina “á rættari kós”?

3. Um møguleiki er fyri hesum, kann landsstýrismaðurin so upplýsa, nær farast kann undir Sandoyartunnilin, og nær Sandoyartunnilin kann væntast at standa liðugur?


Viðmerkingar:

Sum tað liggur í kortunum, er peningur til Sandoyartunnilin ikki settur av fyrrenn í 2015. Og her tosa vit um 5 mió. kr., sum eru til at gera forkanningar, og síðani økist játtanin til 2024.

Við hesum verða tað nógv ár, til Sandoyartunnilin kann standa liðugur, vísandi til samyktina í “Á RÆTTARI KÓS”.” Alt meðan Føroya fólk er vitni til, at fólkatalið á Sandoynni minkar við rúkandi ferð.


Hettar er ein sera álvarsom støða, sum landsins myndugleikar eiga at taka í størsta álvara. 

Verklagslógin um Sandoyartunnilin er einaferð samtykt í tinginum, og sóu vit tá beinanvegin, optimismuna hjá sandoyingum, sum fóru í gongd við at gera grundstykkir fyri at vera klár tann dagin, tunnilin stóð liðugur. Bert í tí einu bygdini vórðu 40 grundstykkir gjørd klár, og tað var stórur eftirspurningur eftir hesum stykkjum, men tíverri bleiv tunnilin ikki til veru­leika, og vit hava sæð, hvønn veg tað hevur gingið. Fólkatalið minkar alsamt, og fyrrnevndu grundstykkir eru trupul at sleppa av við vegna vantandi eftirspurning. 


Samstundis síggja vit, hvussu stóran týdning undirsjóvartunlarnir hava havt fyri bæði Vágoynna og Norðoyggjar bæði innan vinnu og trivnað. Í kringvarpinum sóu vit samrøður við fólk í Vágum í samband við 10 ára føðingardagin hjá Vágatunlinum. Har var púra greitt, hvussu stóra jaliga ávirkan Vágatunnilin hevur haft fyri tey. Eisini kom fram, at um tey ikki høvdu fingið Vágatunnilin, so vóru Vágarnar í somu støðu, sum Sandoyggin er í í dag.


Føroyar er eitt lítið land, og eiga vit, sum eru vald, at gera okkara til, at landið ikki verður enn minni, við tað at t.d. Sandoyggin minkar burtur í einki. Vit síggja ferð eftir ferð heilar familjur flyta av oynni, og hevur hetta sera keðiliga ávirkan á tey eftirbúgvandi. Sandoyingar flyta, har tað er lættari at búgva, og har skúlar og arbeiðsplássini eru. Tað gerst ov strævið hjá teimum við farleiðini um Skopunarfjørð. Tí vit skulu ikki gloyma, at hesi hava børn heima, sum skulu í barnagarð og skúla, og tað er eingin møguleiki ella trupult hjá foreldrunum at fara heim í úrtíð, um okkurt óvæntað skuldið verið áfatt.


Á Løgtingi, 17. desember 2012

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir