Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eldrapolitikkur

2012-10-18 01:14

Tey, ið taka við valdinum eftir kommunvalið í vetur, eiga ikki at gerast bilsin um, at komandi ættarliðið av eldri og gomlum skjótt kann gerast teimum ein øðrvísi, viðkomandi og spennandi avbjóðing , tí væntast kann, at hetta ættarliðið fer at seta onnur krøv enn ættarliðið undan okkum.

Tað var hetta ættarliðið, sum ið 60-unum og 70-unum umdefineraði tað at vera ungur, og fara tey helst eisini at umdefinera tað at vera gamal. Hetta setur onnur krøv til tann politiska myndugleikan, og er tað tí umráðandi, at tey verða tikin við upp á ráð.

Vit eru øll greið yvir, at tað verða alt fleiri eldri komandi árini, og tey flestu eru røsk leingi. Tí haldi eg tað vera umráðandi at síggja møguleikarnar og virðini, hesin bólkur umboðar, heldur enn ta niðrandi byrðuna, ið onkur sær, hóast mong teirra eru virknir samfelagsborgarar langt upp í árini. Vit mugu syrgja fyri at skipa fyri góðum gróðrarbotni, so at øll fáa uppiborna lívsdygd og virðiligt lív.

Tað má vera grundarstøðið undir góðum eldrapolitikki í kommununi.

Grundin undir hørðu virðunum eru bleytu virðini.

Verði eg vald tann 13. novembur, er hetta eitt av málunum, eg fari at virka fyri.

Sigrún Mohr, valevni á lista C.