Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eldradepil í Kollafirði í gongd komandi ár

2020-09-13 11:00

Hóast undirritaða um dagarnar í lesarabrævi  ikki fekk nevnt eldradepilin i Kollafirði, so merkir hetta ikki, at eldradepilin er farin í gloymskuna. Fyrireikingarnar av nýggja ellisheiminum í Havn og eldradeplinum í Kollafirði fara bæði í gongd samstundis komandi ár, og er játtan sett av til bæði endmálini í fíggjarætlanini.  Vit hava framskundað eldradepilin í Kollafirði, sum annars skuldi vera bygdur í 2024-25, tí depilin hevur bráskund. Umstøðurnar á sambýlinum í Kollafirði eru ikki tíðarhóskandi, so tí áliggur tað okkum at fáa bygt nýggja depilin sum skjótast.

Ætlanin er at byggja ein eldradepil við umleið 24-30 plássum, blandað røktarbúpláss, umlættingarpláss og atknýttar røktaríbúðir. Harumframt verður eisini dagtilhald og góðar venjingarumstøður. Àðrenn endalig støðutakan verður um staðsetingina er ætlanin at hava ein borgarafund, har bogarar í Kollafirði kunnu siga sina hugsan.  Annars kann leggjast afturat, at vit í hesum valskeiðnum hava fingið eitt hugnaligt dagtilhald í Kollafirði og um stutta tíð verða eisini nýggjar og góðar venjingarumstøður í ítróttarhøllini.

Annika Olsen

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu