Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Eldrabústaðir: Dreymahús at eldast í.

2016-11-07 00:01

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri.

- Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin.

Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um. Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki.

Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í.
Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp.

Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús.
Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið.

Hús teirra er møguleikin hjá einari nýggjari barnafamilju at búseta seg í okkara kommunu.

Umhvørvisliga, er betri at búgva í hóskandi heimi, og ikki upphita óbrúktar fermetrar.

Tá eg verið gomul, ynski eg henda møguleikan. Sjálvandi fari eg at arbeiða fyri at tú, sum eldri borgari fært møguleikan at flyta inn í mín dreyma eldrabústað.

Kom við okkum til 2020, tá er tryggari at vera eldri.

Bjørg Dam
Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.